info
Ongi úrslit

VIDEO: Viljormur og Helsingborg taptu stórt fyri oddaliðnum

(Video) Helsingborg er næstaftast í bestu svensku fótbóltsdeildini

Heri Simonsen
8. august 2022 kl. 20:55

Viljormur Davidsen var liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Helsingborg taptu stórt 0-5 fyri oddaliðnum, Häcken í Göteborg í kvøld.

Tað eydnaðist Viljormi og liðfeløgunum at halda málið reint til 32 minuttir vóru farnir. Í seinna hálvleiki fekk Häcken trý mál uppá 14 minuttir, og so var alt avgjørt.

Í fyrra hálvleiki hevði Helsingborg tó nakrar góðar málmøguleikar. 

Oscar Uddenäs skoraði reint hattrick fyri Häcken í kvøld.

Hetta var 17. ferðin á rað, at Helsingborg ikki megnaði at vinna á Häcken á útivølli. 

Helsingborg liggur næstaftast í bestu svensku fótbóltsdeildini við 10 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Degerfors sum hevur 11 stig. Liðið sum endar triðaftast spælir tveir Play Off dystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini móti kappingarenda. Helsingborg hevur sjey stig upp til fjórðaftasta plássið.

Komandi leygardag hevur Helsingborg heimadyst móti Sirius. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Häcken og Helsingborg: 

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ætla at gera føroyskan ræðufilm fyri 15 milliónir krónur

5 minuttir síðan
Tíðindi

NATO: Vit fara at verja hvønn einasta metur av Póllandi

43 minuttir síðan
Tíðindi

Ummæli: Faderhuset

1 tími síðan
Tíðindi

Tí eru klementinurnar mislittar

1 tími síðan
Tíðindi

Vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur hjá KA/Þór

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby leikti javnt og Västerås tapti

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 27-22 móti StíF

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórt telduálop legði íslendskar vevtænastur lamnar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: – Fyri okkum er Putin ein drápsmaður

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 kopp­aði fjórð­fremsta lið­num í Pól­landi

3 tímar síðan