Føroyski landsliðsspælarin, Viljormur Davidsen spældi fekk aftur fulla spælitíð í dag fyri Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Aftur í dag var Helsingborg triðja dystin á rað fyri einum eittmálstapið.
Í dag tapti Helsingborg 0-1 fyri IK Sirius á útivølli. Sigursmálið hjá Sirius var eitt sjálvmál sum kom tá 12 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki.
Talan var um ein javnan dyst við málmøguleikum til bæði liðini, men tað bleiv eitt sjálvmál sum skilti liðini.
Helsingborg hevur enn sítt fyrsta stig til góðar hetta kappingarárið aftaná tap í trimum teimum fyrstu dystunum.
Komandi hóskvøld klokkan 18 tekur Helsingborg móti Elfsborg á heimavølli, og hava teir reyðu og bláu úr Helsingborg hart brúk fyri at fáa stig tá.
Helsingborg er aftast saman við Degerfors, Sundsvall og Norrköping, ið øll standa við ongum stigi.