Viljormur Tórsheim 80 ár

Í dag 5. mars fyllir kendi havnarmaðurin og reiðmaðurin Viljormur Tórsheim 80 ár.

Viljormur er sonur Annu og Vilhelm Tórsheim. Mamman var ættað úr Lon í Miðvági meðan pápin var havnarmaður. Pápin var kendur sum góður grótmaður og hevur millum mangt annað lagað stóru brúnna í Havnardali, eisini gjørdi hann fleiri stórarbeiðir í Vági, har undir meginpartin av Vágs kirkju.
Viljormur arbeiddi sum ungur saman við pápanum, men fór seinni undir sjávstøðugt byggivirksemi. Eftir mong ár í byggivinnuni yvirtók Viljormur Sveisingarhandilin eftir Gulak Zachariasen, og rak henda handil inntil hann komin til pensiónsaldur seldi handilin.
Viljormur er ein vitalur persónur "med sine meningers mod", og hevur mong áhugamál.
Hann hevur frá ungum árum verið aktivur reiðmaður, og fer framvegis onkran ríðingartúrin. Á ungum árum lutók hann og vann fleiri kappríðingar. Hann sat í mong ár sum formaður í Føroya Ríðingarfelag. Hesin áhugi hevur ført til fleiri minnisríkar ríðingartúrin í Íslandi, har hann eisini hevur nógvar góðar vinir.
Havnar Róðrarfelag hevur eisini verið hansara hjartabarn, og hann er framvegis at síggja umborð á eftiransingarbátinum, tá kappróðurin fer fram á Ólavsøku.
Viljormur er samríkishugaður og hevur í mong ár verið aktivur í Sambandsflokkinum. Hann er søgufróður maður, og dugir væl at siga frá. Viljormur eigur døtrurnar Vilbjørg, Maritu og Randi.