Viljormur vann á Finni

Vejle vann føroyingauppgerðina á Amager. Meinhard Olsen og Vendsyssel fingu javnleik á heimavølli

Tríggir føroyingar vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

1.100 áskoðarar vóru til uppgerðina á leikvøllinum í Sundby á Amager, har heimaliðið, Fremad Amager tók ímóti Vejle, sum hevði Viljorm Davidsen við frá byrjan. Finnur Justinussen kom á vøllin fyri Fremad Amager, tá eitt lítið korter var eftir av dystinum. 

 

Fremad Amager var á odda 2-1 í steðginum. Vejle tryggjaði sær sigurin við tveimum málum ímóti dystarenda, sum Jacob Schoop og Dominic Vincenius skoraðu.

 

Meinhard E. Olsen var við frá byrjan, tá Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring leikti javnleik 1-1 ímóti Næstved. Næstved kom á odda í 23. minutti. Tiago de Leonco javnaði fyri Vendsyssel FF við einum brotssparki, tá ein tími var farin av dystinum. Tiago de Leonco vann sjálvur brotssparkið fyri Vendsyssel FF. Næstved liggur næstaftast á stigatalvuni, og tí eru tey vónbrotin um úrslitið í Vendsyssel FF. Meinhard E. Olsen var skiftur út í seinna hálvleiki.

 

Komandi sunnudag vitjar Vendsyssel AB í Gladsaxe. Sama dag spælir Fremad Amager á útivølli ímóti Fredericia FC. Hendan dagin er Vejle eisini á útivølli. Teir spæla ímóti Næstved.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Nummar eitt flytur upp, og nummar tvey og trý spæla play off dystir ímóti næstniðasta og triðniðasta liðnum í superliguni:

 

#
1 Hobro27155749 - 2950
2 Skive271521038 - 4147
3 FC Helsingør271210539 - 2546
4 Vendsyssel FF27126940 - 3642
5 FC Roskilde27126938 - 3742
6 HB Køge27813624 - 2037
7 Vejle 27981041 - 3635
8 Fredericia27981027 - 3435
9 Fremad Amager27891037 - 3833
10 Nykøbing FC27961236 - 4233
11 Næstved27761437 - 4427
12 AB Gladsaxe27531927 - 5118