Í dag spældi Helsingborg IF fyrsta venjingardystin í 2022. Talan er um spennandi landskapping, sum bíðar fyri framman, tí felagið flutti í heyst aftur í bestu deildina eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini.
Brandur Hendriksson Olsen, sum telist millum lyklaspælararnar, var við, tá ið Helsingborg IF í fyrraárið flutti niður, og tá ið liðið í heyst flutti upp.
Nú er Brandur sjálvur annar føroyingur í svenska felagnum.
Fyri stuttum legðist Viljormur Davidsen aftrat, tá ið hann flutti úr Vejle og til Helsingborg.
Fyrsti venjingardysturin var ímóti Hittarps IF, ið er eitt av grannafeløgunum hjá Helsingborg IF í Helsingborg.
Helsingborg vann 4-0, og hálvleiksstøðan var 2-0. Helsingborg spældi við tveimum liðum. Viljormur Davidsen var millum teir fyrstu ellivu og royndi seg fyri fyrstu ferð í nýggja felagnum, og Brandur H. Olsen var millum teir ellivu, sum spældi í seinna hálvleik og økti til 3-0, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Fyrstu dystirnir í landskappingini, Allsvenskan, vera fyrsta vikuskiftið í apríl, tá ið Helsingborg IF fer at spæla á útivølli ímóti Hammarby.