Føroyski landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, var á vøllinum allar 90 minuttirnar í gjár, tá Vejle á útivølli vann 3-1 móti grannunum úr Fredericia.
Og longu aftaná 11 minuttir av dystinum, gjørdi føroyski landsliðsleikarin veruliga um seg. Úr 20 metrum hálvfluktaði Viljormur Davidsen bóltin í málhornið, og legði Vejle á odda 1-0. Sambært heimasíðuni hjá Vejle, var talan um eitt frálíka flott mál.
Fríggjakvøldið eydnaðist tað eisini hinum føroyinginum í NordicBet deildini, Sonna Ragnar Nattestad, at koma á máltalvuna, tá AC Horsens vann á útivølli móti AGF. Talan hevur tí verið um eitt gott vikuskiftið fyri báðar teir føroysku leikararnar í næstbestu donsku deildini.
Vejle er við sigrinum, komið fleiri pláss upp eftir stigatalvuni. Liðið er nú á einum 8 plássið í NordicBet deildini, við 15 stigum fyri 14 dystir.