Villingadalsvegurin fingið stóran skaða

Tað var ein knappligur leki millum jólanna á høvuðsleiðingini úr Villingadali á Villingadalsvegnum í Havn, sum gjørdi, at 450 tons av vatni runnu út upp á hálvan tíma, áðrenn skrúvast kundi fyri. Veruligi skaðin varð ikki sjónligur fyrr enn eftir, at kavin bráðnaði.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at skaðin er vorðin alt sjónligari, so hvørt sum ferðslan hevur ávirkað vegateinin. Skaðin er rættiliga stórur. Vegakassin og fyllan rundanum leiðingar í vegnum eru skolað burtur í støðum, og holrúm kunnu vera uppstaðin, sum vandi er fyri kunnu opnast, um ferðslan heldur fram.

– Staðfest er, at møguligur skaði á leiðingar kann koma, um ferðslan heldur fram – ella at longu hendir skaðar kunnu versna, skrivar Tórshavnar kommuna.

##med2##

– Vavið av ávirkaða økinum er kannað við jarðradara og umvælingararbeiðið verður nú gjørt. Ovara borð á Villingadalsvegnum verður stongt, og ferðsla verður einans loyvd oman eftir vegnum millum Blákollugøtu og Sóljugøtu.

Farið verður skjótast gjørligt undir at endurbyggja vegkassan og stúva við fínari tilfari rundan um leiðingarnar, soleiðis at vegurin aftur kann bera ferðsluna.

##med3##

Ávirkað øki verð asfalterað av nýggjum  í farbreytum og gongubreytum, eins og at kantsteinar verða settir aftur á endurgjørda undurlagið.

Av tí, at sanna vavið av arbeiðinum ikki verður kent, fyrr enn hol er sett á, so ber ikki til at siga neyvt, nær arbeiðið endaliga verður liðugt. Men í fyrstu atløgu verður ferðslan ávirkað til 31. januar.