Villini súgdjór í Norðurlandahúsinum

Tær 200 upprunamyndirnar í stórfingna bókarverkinum Villini súgdjór í Útnorðri, sum Edward Fuglø hevur teknað, verða nú fluttar úr býráðsalinum í Klaksvík í Norðurlandahúsið

Síðani bókarverkið Villini súgdjór í Útnorðri eftir tey trý, Dorete Bloch, Edward Fuglø og Jenny Lydersen, kom út í vár, hava tær umleið 200 upprunamyndirnar í bókini verið at sæð í Klaksvík. Hesar eru nú fluttar í Norðurlandahúsið, har høvi verður at síggja tær frá í morgin av.

Fyri nøkrum árum síðani heitti Føroya Skúlabókagrunnur á Dorete Bloch at skriva eina bók, ið lýsti tey ymisku djórasløgini í Útnorðri og tók við ta nýggjastu vitanina um djórini. Skúlabókagrunnurin heitti eisini á Edward Fuglø at tekna myndir til bókina og á Jenny Lydersen at skriva myndatekst.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur eisini gjørt tríggjar nýggjar plakatir við myndum úr bókini, eina við hvalum, eina við kópum og eina við landsúgdjórum.

Framsýningin við upprunamyndunum í bókini Villini súgdjór í Útnorðri letur upp í Norðurlandahúsinum hósdagin 8. juli kl. 17. Tá verður eisini høvi at fáa Dorete Bloch, Edward Fuglø og Jenny Lydersen at skriva í bókina.

Í sambandi við, at Unesco, ið er ein stovnur undir ST, gjørdi av, at 1998 skuldi vera Ár Havsins, gav Postverk Føroya í fjør út fýra frímerki, ið avmynda tannhvalir. Myndir úr bókini vórðu nýttar til hesi frímerkir. Eisini vórðu fýra postkort givin út.