Kári P. Højgaard, Landpostboð í farloyvi
Loksins er so Postverk Føroya blivið partafelag. Sjálvsagt vóna og vænta tey flestu, at tað skal ganga partafelagnum væl, so framburður og menning verða sjónlig í virkseminum. Somuleiðis er vónin, at árliga hóttanin um hópuppsagnir er ein farin tíð, so starvsfólkini kenna tryggleika á arbeiðsplássinum og av heilum huga kunnu røkja virksemi sítt við ídni og áhuga.
Tað kennist tó hugstoytt at sita framman sjónvarpsskíggjan og líta at seinastu sjónvarpsherferðini hjá Postverkinum. Mynd sæst av einum persóni í pulshosum, sitandi við apostlunum hægst, meðan vakurt songlag boðar frá, at hóast veðrið ikki er til vildar, so skal posturin avstað. Eitt postboð sæst kvikliga koyra post í postkassar, ið eru hongdir fram við vegnum.
So langt er alt í lagi, men tá áheitanin kemur, um at hjálpa og lætta um hjá postboðnum við at seta kassan so nær vegnum sum gjørligt, so er tað ikki grundað á kærleika til starvsfólkið ella nøkur roynd at lætta um gerandisdagin hjá postboðunum, sum ein sambært lýsingina annars kann fáa kensluna av.
Ongin ivi man valda um, at tá postkassamentaliteturin hevur vunnið frama, verður stoppurið tikið fram og kannað verður eftir, hvussu nógv fleiri hús hvørt einstakt postboð kann klára afturat, tí dagliga vitjanin inn í húsini er skorin burtur og postur kann bert sendast mikudag.
Hetta er ein gongd, sum ikki slepst undan, upplýsti formaður Postfelagsins í Degi og Viku. Ivaleyst er hetta rætt, men tá ein so týðandi umlegging fer fram bert fyri at spara pening, er tað beinleiðis villleiðandi at siga, at hetta er fyri at lætta um hjá postboðunum.
Á líknandi hátt sum í fótbólti brúkar Postverkið eina kortskipan, har brúkarar fáa gul og reyð kort, um postkassin ikki verður hongdur eftir ásetingunum. Tá korthandanin er liðug, man postboðstovnurin verða minkaður við áleið 20 prosentum.
Vælsignaðir menn, nevnið ein spaka fyri ein spaka.