Í jólavikuni varð løgtingsfíggjarlógin fyri 2000 endaliga samtykt.
Fíggjarlógaruppskot landsstýrisins, sum varð lagt fyri tingið ultimo september, vísti ein rakstrarútreiðsluvøkstur uppá 124 mio, umframt ein løguvøkstur uppá 30 mio, ella samanlagt 154 mio samanborið við 1999. Hesi tøl vístu seg seinni tíverri at vera undirmett.
Undir fíggjarnevndarviðgerðini gjørdist eisini skjótt greitt, at sera trupult varð at skerja í rakstrarútreiðslunum landskassans. Orsøkin eru óbroyttu lógar- og kunngerðarkarmarnir. Valdi fíggjarnevndin at skerja í lógarbundnum útreiðslunum, so skumpaði nevndin bert útreiðslurnar á eykajáttanarlógir í komandi ári. Sostatt hevði nevndin bert sminkað fíggjarlógaruppskotið, og var tað tí sjálvsagt ikki gjørt.
Annar møguleiki var at skerja ella skera burtur almennar funktiónir. Spurningurin er, um skurðurin átti at verið innan heilsu-, almanna-, skúla-, ella á øðrum øki. Við atliti at ymisku politisku áhugamálunum er tað ein sannroynd, at sera trupult er at fáa meiriluta fyri at skera burtur almennar funktiónir. Slík inntriv má samgongan vera samd um, og eigur initiativið samsvarandi at koma úr landsstýrinum. Haðani er tó einki komið enn.
Ásannan
Hesi viðurskifti ásannaði meirilutin í fíggjarnevndini, og sigur meirilutin m. a. soleiðis á síðu 25 í álitinum til løgtingsfíggjarlógina:
?Vantandi lógarbroytingar og tillagingar higartil gera, at sera trupult er at skerja almennu nýtsluna
Við atliti at vantandi tillagingum ásannar meirilutin tí, at meirnýtslan í uppskotinum neyvan verður øðrvísi, skulu almennar funktiónir ikki skerast burtur.
Boðað er annars frá, at landsstýrið hevur í hyggju at fremja rationaliseringar, sum byggja á yvirlit, sum landsstýrismenninir evna til. Higartil er ógreitt, hvussu ætlaðu rationaliseringarnar verða framdar, og er tað tí trupult at fremja rakstrarsparingar í fíggjarlógaruppskotinum, sum samsvara við neyðuga politikkin á teimum ymisku fíggjarlógargreinunum?.
Tað skal vera skoytt uppí, at eingin samgongulimur var kunnugur við útgreiningarnar í fíggjarlógaruppskoti landsstýrisins, áðrenn tað varð borið í løgtingið.
Undirmettar
og skeivar útreiðslur
Undir fíggjarlógarviðgerðini hevði meirilutin sum aðalmál at halda seg til ásettu útreiðslur landskassans. Úrslitið varð eisini, at meirilutin skeyt upp eina lækking í uppskoti landsstýrisins við knappari mio.
Undir viðgerðini kom tó undan kavi, at ávísar útreiðslur á fíggjarlógaruppskotinum vóru undirmettar, aðrar vóru skeivar og uppaftur aðrar óvæntaðar komu undan kavi, meðan fíggjarnevndin viðgjørdi fíggjarlógaruppskotið. Hesar útreiðslur vóru tilsaman góðar 25 mio kr.
Tá vantandi lógartillagingar gjørdu tað ógjørligt at finna tilsvarandi sparingar á fíggjarlógaruppskotinum, samdust landsstýrið og meirilutin í fíggjarnevndini um at seta hesa útreiðsluhækking á fíggjarlógaruppskotið fyri 2000. Undir 3. viðgerð av uppskotinum í løgtinginum vóru harafturat samtyktar uml. 6 mio í rakstrarhækkingum, so samanlagt hækkaði fíggjarlógaruppskotið við uml. 31 mio, tá tað varð endaliga samtykt.
Herfyri samdist landsstýrið um at strika játtanina til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Tær 40 mio kr, sum vóru ætlaðar til endamálið, vóru tí strikaðar undir fíggjarnevndarviðgerðini. Sostatt lækkaði fíggjarlógaruppskotið samsvarandi.
Men tá sama upphæddin í fíggjarlógina fyri 1999 heldur ikki er brúkt, so verður meirnýtslan fyri 2000, samanborið við samtyktu fíggjarlógina fyri 1999, umleið 185 mio kr. Henda upphæddin er áðrenn eykajáttanir í komandi ári.
Meirnýtslan
Saman við fíggjarlógaruppskotinum, legði fíggjarmálastýrið fyri løgtingið frágreiðing um búskapargongdina.
Sambært rakstrar- og løguútreiðsluyvirlitinum á síðu 17, hækka útreiðslur landskassans við uml. 360 mio kr frá roknskapartalinum fyri 1998 (tvs. frá 1. januar 1999) til væntaðu útreiðslurnar fyri 2000. Henda upphædd er útgreinað áðrenn møguligar eykajáttanir í 2000 og uttan reguleringar orsakað av semjuni í landsstýrinum um íløgustuðilin. Heldur ikki eru tær 31 mio kr, sum fíggjarlógaruppskotið hækkaði við í løgtinginum, taldar við.
Tað er tí trupult at gita um neyvu hækkanina, men alt bendir á, at fíggjarmálastýrið neyvan hevur yvirmett útreiðsluøkingina, tíverri.
Tað hevur annars verið víst á, at hækkingin serliga stavar frá nýggju Sandoyarferjuni og vaktarskipinum. Hetta er bert partvíst rætt, tí stórt sæð allar aðrar íløgur eru skornar burtur fyri at geva pláss fyri hesum nýbygningum. Sostatt hevði samlaða íløguupphæddin, og harvið útreiðslur landskassans, neyvan verið minni, vóru hesi skip ikki bygd.
Rationaliseringar
Í samgonguskjalinum er semja um, at almenni bygnaðurin skal endurskoðast og rationaliserast. Hesin setningur er sjálvsagdur samanborin við ætlanir samgongunnar á ríkisrættarliga økinum.
Í Hvítubók verður roknað við, at neyðugt verður at spara millum 1,50 og 3,00 kr á fíggjarlógini fyri hvørja krónu, sum ríkisveitingin í næstum væntandi fer at minka. Hugsa vit okkum, at komandi avtalan við donsku stjórnina verður yvir eitt 10-ára skeið, fer ríkisveitingin at minka við uml. 100 mio kr árliga. Fær landskassin ikki samstundis meirinntøkur, sum stava frá búskaparvøkstri, verður neyðugt við sparingum at fíggja niðurskurðin. Sambært døminum omanfyri verður tí neyðugt at spara millum 150 og 300 mio kr árliga á komandi fíggjarlógum (kap. 6 í Búskaparbindinum). Tí er avgerandi neyðugt, at landsstýrið fyrireikar tillagingar í samsvar við samgongugrundarlagið, men sum kunnugt er einki komið í ljósmála haðani - higartil.
Eingin nýskapan
Endurreisnin av føroyska samfelagnum byrjaði við ógvisligu inntrivunum fyrst í nítiárunum. Ikki fyrr enn aftaná valið í 1994 var gjørligt at fara undir ekspansivan fíggjar- og búskaparpolitikk, sum bar samfelagið framá. Serliga frá 1996 til 1998 var førdur politikkur, sum stimbraði virkishugin og legði lunnar undir tað avlopið, sum farnu árini hevur verið á fíggjarlógunum. Síðan seinasta løgtingsvali er tíverri eingin nýskapan hend á fíggjar- og búskaparpolitiska økinum, sum ger tað møguligt framyvir at halda fast við positivu gongdina seinastu fimm árini.
Umframt ekspansiva fíggjar- og búskaparpolitikkin farnu árini, hevur samfelagið eisini notið sera gott av góða fiskiskapinum, høgu marknaðarprísunum og metlágu rentuni.
Útlitini eru tó ikki so bjørt fyri árið komandi. Tað kann tí væntast, at yvirskot landskassans verður samsvarandi minni.
Leggur landsstýrið tí ikki á annan bógv í tillagingini av føroyska samfelagnum til komandi nýggja ríkisrættarliga veruleikan, verður tað sera trupult at fáa samsvar millum ætlan og veruleika. Tað er boðskapurin hjá undirritaða.
Líkt og ólíkt
Dagliga verður biðið um viðmerkingar av øllum handa slagi til málini, ið verða umrødd í løgtinginum. Soleiðis var eisini í samband við avgreiðsluni av fíggjarlógini. Tá undirritaði hvørki skrivar, redigerar ella brýtir um viðtalurnar, sum eru úrslit av samrøðunum við fjølmiðlarnar, so er greitt, at ikki alt verður vektað í teirri raðfylgju, sum ein kundi hugsa sær. Hetta eru treytirnar ein politikari má liva við, tað er flestu kunnugt.
Sum úrslit av viðtalum farnu dagarnar, verður undirritaði í týsdagsbløðunum av tveimum ? tjóðveldislandsstýrismonnum ? skírdur bæði líkt og ólíkt. Farið verður eftir manninum heldur enn eftir bóltinum.
Niðurstøðurnar hjá landsstýrismonnunum kunnu lesararnir sjálvir meta um, men tað skal tó vera púra greitt, at undirritaði eins og fólkaflokkurin dúva meira upp á tann eina fuglin vit hava í hondini enn allar hinar tíggju, sum tjóðveldið hevur á takinum.
Vinaliga
Bjarni Djurholm