Villmenn í Havn

Undirsjóvartunnilin millum Vágarnar og Streymonna, hevur havt nógv at týða fyri vágafólk og tey sum skulu til Vágarnar. Men hetta vikuskiftið verður tunnilin nýttur til útflutning av Føroya bestu kontripunkarum, og ja, Glitnir verður ongantíð tað sama aftur.

Bæði fríggja- og leygarkvøldið spæla Holgar og Villmenn í Glitnir.Teir lova havnarfólki eina rúgvu av slagarum, kontri, rokk og tað meira fólksliga.
Vágasound hevur fingið ein heilt nýggja dimensión í Villmonnum, hetta er ivaleyst Føroya garrvillasti dansibólkur, á G! og MjúS vóru teir frálíkir, nú fyrireika teir seg til Global Battle og the Bands og eru í toppformi.