Føroysku kontripunkararnir og Prix Føroyar veteranarnir Villmenn verða millum nøvnini á MjúS. Bólkurin fer at spæla á sandinum um miðnáttarleitið, tá fest verður í bálini. Hetta verður báltónleikur, og sambært fyrireikarunum hugnaligt.
Villmenn eru eingir ársungar innan rútmiskan tónleik. Bólkurin er ein samanrenning av Holgar og Villmonnum og prix finalistunum frá 1997 Arrestment. Tvær av størstu rokkhetjunum nakrantíð úr Vágum, Finnur Joen Jacobsen og Holgar Jacobsen, eru frontmenn.
Bólkurin gav í fjør sína fyrstu fløgu út, og hendan verður roknað sum ein sannur kultklassikari. Gleði tykkum at hoyra "Feikleikans ringrás" og hinar klassikararnar við bálið niðrið á Sand.