Vilt tú gera upp við tína fortíð?

Vilt tú sleppa undan trupulleikum, sum hava tyngt teg gjøgnum lívið og koma víðari?

Blái Krossur, sum skipar fyri familjuskeiði í døgunum 13.-15. februar, leggur seg ikki einans eftir at hjálpa teimum við beinleiðis trupulleikum av rúsdrekka.

 

- Væl vitandi, at rústrupulleikar hava eina ávirkan á meira enn bert persónin, ið drekkur, ynskja vit eisini at bjóða hjálp til avvarðandi, ið líða av rústrupulleikunum hjá einum av sínum nærmastu.

 

Blái Krossur reisir spurningin, um tú vilt gera upp við tína fortíð og leppa undan trupulleikunum, sum hava tyngt teg gjøgnum lívið. Ja, snøgt sagt er spurningurin, um tú ynskir at koma víðari í lívinum.

 

- Um so er, er skeiðið, sum vit nú fara at skipa fyri, júst nakað fyri teg.

 

Blái Krossur sigur, at hetta er eitt familjuskeið, sum er samansett við undirvísing og bólkasamrøðum.

 

- Skeiðið varir í seks dagar, býtt yvir fýra mánaðir, og seinasta freist at tekna seg er hósdagin, 6. februar, sum er í morgin.