Vilt vikuskifti á Café Natúr

- Café Natúr skrúvar nú sjuntin for frá og bjóðar til eitt serliga vilt vikuskifti við Villmonnum. Oman á tað heila so er fríggjakvøldið studentakvøld, har tey lesandi fáa trý fyri tvey, skrivar Café Nátúr í tíðíndaskrivi

Nú bjóðar Café Natúr aftur eitt serligt kvøld til tey føroysku lesandi. Hetta er kvøldið, har tú kanst njóta lívið enn meira á Café Natúr fyri sama prís.

 

Millum klokkan 21 og 01 fríggjakvøldið fáa øll lesandi tað triðja keypið ókeypis, tá ið tey keypa tvey í Café Natúr.

 

- Bjóða tveimum vinum við - so kunnu tit skiftast at bjóða! Meðan tit kappast um at bjóða, so syrgja Villmenn fyri at hýrurin er í topp alla tíðina, sigur Café Nátúr í tíðindaskrivi.

 

Leygarkvøldið halda Villmenninir úr Vágum fram, har sum studentarnir sleptu kvøldið fyri.

 

Tónleikurin hjá Villmonnum fevnir breitt, sjálvir nevna teir MC Hár, Metallica, Dire Straits, Makrel, Terja Rasmussen, Sic og The Shadows sum fyrimyndir.

 

- Í øllum førum eru Villmenn trygd fyri einum stuttligum og villum kvøldi á Café Natúr, siga fyrireikararnir.