Peningagávur
Losjan, Odd Fellow Ambolturin, fylti í farna mánaða 15 ár. Tað vil siga, at tað eru 15 ár síðani virksemið hjá losjuni byrjaði í Føroyum.
Losjan er burturav ein hjálpifelagsskapur, ið hevur til endamáls at hjálpa har hjálpast kann.
Odd Fellow er ein elligamal felagsskapur, sum upprunaliga er ein gamal frímúrarafelagsskapur, og í dag eru losjur hjá Odd Fellow runt í øllum heiminum.
Felagsskapurin er ikki knýttur at nøkrum átrúnaði og er hann eisini politiskt óheftur. Tó leggur Odd Fellow dent á, at limirnir eru knýttir at einum ella øðrum kristnum felagsskapi av tí at slagorðið, vinarlag, kærleiki og sannleiki, hjá teimum byggir á eitt kristið grundarlag.
Í sambandi við, at Odd Fellow Ambolturin fylti 15 ár høvdu limirnir avgjørt, at hátíðarhalda hetta á ein serligan hátt.
Leygardagin 13. oktober vóru limirnir í losjuni, umboð fyri tey trý sjúkrahúsini og Sámal Petur í Grund stødd í húsunum hjá Amboltinum uppi á Grønlandsvegnum. Eisini vóru fólk frá vinarlosjuni úr Íslandi til staðar, umframt umboð fyri stórlosjuna í Danmark.
Gávurnar vórðu handaðar umboðunum fyri sjúkrahúsini, og talur hildnar. Um kvøldið varð skipað fyri eini veitslu fyri limunum í losjuni saman við íslendsku gestunum.