Beinanvegin hoyrist, at menn bbjóða seg fram at seta vindmyllur upp ? 3 stórar myllur á Skorðhæddini næsta ár.
Vindmátingar
Fyri nøkrum árum síðani vóru vindmátingar gjørdar á ávísum støðum fyri at kanna, hvar framtíðar flogvøllur eigur at vera. Mátingarnar á Skorðhæddini vístu rættiliga javnan vind. Javnur vindur hevur alstóran týdning fyri flogferðsluna ? hevur eisini týdning fyri vindmyllur. Niðurstøðan av kanningini var, at tvey pláss stungu seg fram úr til flogvøll: Søltuvík á Sandoynni og Skorðhæddin við Toftir, og tað seinna hevði fyrimun.
Á Skorðhæddini er lætt at gera 2000 m. langa breyt í landnyrðing/útsynning, sum hóskar til ættirnar við mestum vindi. Harafturat ber til at gera uppaftur longri tvørbreyt.
Kostnaður
Í 1993 stóð í íslendskum bløðum, at ætlanin var at gera alternativa floghavn á norðurlandinum til floghavnina í Reykjavík. Breytin skuldi vera 2000 m. long, kostnaðarætlanin var 200 mill. í okkara krónum. Eftir hesum koma vit langt fyri tað, ein stórur trolari kostar.
Ósambæriligt
Gott hevði verið, um flogvøllur og vindmyllur kundu verið á sama stað, men tað ber ikki til.
Stórur tørvur verður óivað í framtíðini á góðum flogvølli og vindmyllum, og pláss eigur at verða fyri báðum.
Tveita vit vindmyllur út sum best ber til, koma vit at skíta okkum inni ? tað var stór skomm á torvheiðunum. Vit skulu hugsa okkum um.
Vindmyllur hava stórt umhvørvisligt árin við sær ? bæði sjónligt og við óljóði. Skulu tær muna á orkutørvinum, koma nógvar upp at standa ? vit fáa heilar skógir av myllum.
Kanningar neyðugar
Flogvallarmálið eigur at endurskoðast. Vindmáting-ar skulu gerast við atliti bæði til framtíðar flogvøll og framtíðar vindmyllur. Eini tvey ár kundu verið brúkt til hetta.
Leypa vit framav, koma vit okkum í rasshaft.