Vindmyllur: Tørvur á kjaki um náttúrøkir

-Tað er ikki ein trupulleiki, at mann sær hvar orkan kemur frá. Tað er ein tilvenjing. Tá tað er sagt, haldi eg, at vit í Føroyum eiga at taka eitt ordiligt kjak um, hvørji øki vit vilja varðveita sum náttúruøkir burturav, har vindmyllur, bygningar og annað ikki skulu standa.

Hetta segði Jón Kragesteen, formaður í FNU, í Degi og Viku fríggjakvøldið. Hann var í kjaki við Helga Abrahamsen, framsøgufólk hjá Sambandsflokkinum á tingi í umhvørvi- og orkumálum, um vindmyllulundir á sjónum.

 

Tórshavnar kommuna skipaði hósdagin og fríggjadagin fyri orkusráðstevnuni ”Ósvart”, um hvussu vit skipa samfelagið so grønt og ósvart sum gjørligt. Eitt av boðunum kemur frá SEV, sum arbeiðir við uppskoti um at útbyggja vindorkuna, so at vit eisini fáa vindmyllulundir á sjónum.

 

Vindmyllur eru best

 

Greitt er, at samfelagnum tørvar meira orku. FNU er ein felagsskapur, sum arbeiðir fyri at tálma veðurlagsbroytingarnar, og í løtuni eru vindmyllur frægasta orkukelda, vit hava. Vindmyllur gera nakað við landslagið. Hinvegin kunnu vit ikki vænta, at vit kunnu framleiða nógva orku, uttan at tað sæst aftur.

 

##med2##

 

Um tað letur seg gera og kann løna seg, eru offshore-vindmyllur ein góður møguleiki.

 

Tað hevur tó stóran týdning, at vit gera tær neyðugu forkanningarnar, so vit vita, hvussu ein útbygging av vindmyllum ávirkar náttúruna.

 

Heldur enn oljudreymar

 

Vónandi kunnu ætlaninar hjá SEV um vindmyllur – sum nú eisini hevur ambitiónir um at útflyta vindorku – mana alt tos um eina føroyska oljuvinnu endaliga í jørðina:

 

Sum tað kom fram á orkuráðstevuni, kann hetta næstan ”koma í staðin fyri oljudreymarnar”, sum enn liva millum manna, millum politikarnar í Føroyum.

 

Hetta kom fram í kjakinum í Degi og viku, sum kann síggjast her frá 06.32.