- Vindorka kann bjarga føroysku náttúruni

Kári Thomsen úr Føroya Náttúruverndarfelagi gleðist um vindmylluverkætlanina í Vestmanna. - Hetta er tað, vit hava barst fyri í nógv ár móti einum myndugleika, sum í áravís hevur skaða føroysku náttúruna, sigur Kári Thomsen bersøgin

Fyrrverandi formaðurin og núverandi nevndarlimur í Føroya Náttúruverndarfelagi, Kári Thomsen, heldur talan kann vera um eina nýggja byrjan innan orkuframleiðslu í Føroyum, nú vindmyllurnar í Vestmanna koyra.
- Í Danmark er 12% av samlaðu orkuframleiðingini vindorka, meðan Týskland er væl omanfyri, og við reina og bíliga framleiðsluháttinum er vindorka framtíðin, sigur Kári Thomsen.

Frá monopolkapitalismu til privatkapitalismu
Fyrrverandi formaðurin í náttúruverndarfelagnum vísir aftur útsøgnum SEV stjórans aðrastaðni á síðuni um, at vindorka ikki kann gerast dominerandi.
- Hesin pástandur er skeivur, tí vindorka er bíligari enn vatnorka, og spurningurin er bara, nær nýtarin fær gagn av hesum, so fyritøkurnar ikki fara avstað við øllum vindorkuvinninginum.
Kári Thomsen vísir á, at tíðin er búgvin til, at vit fara frá monopolkapitalismu til privatkapitalismu, har privatpersónar kunnu arbeiða við nýggjum og bíligum orkuframleiðsluhættum uttan mótstøðu frá monopolvaldinum SEV.

Eingin politiskur vilji til broyting
Kári Thomsen mælir eisini til at stegða allari útbygging av skaðiligu vatnorkuni.
- Í dag er vatnorka 35-40% av samlaðu orkuni í Føroyum, og er hetta syrgiligt. Orsakað av stóru brunnunum kring landið verður ein rúgva at methangassi latið út í náttúruna, sum skaðar lívfrøðiliga og legst í áir og vøtn, umframt at vakstrarhúsárinið økist, sigur Kári Thomsen álvarsamur.
Besta dømi um vantandi virðingina er sambært Kára í Funningi, har allar áirnar eru turkaðar upp.
- Eiðisverkætlanin hjá SEV er alla átalu vert, og sum heild nýtist okkum frá politiskari síðu at orða ein orkupolitikk í Føroyum, sigur Kári Thomsen.
Hann vísir á, at hann fleiri ferðir hevur sitið á fundi hjá Eyðuni Elttør, sum umsitir orkumál, men eingi framstig hava higartil verið at sæð.
- Eisini var aðalorðaskifti í tinginum í februar 2002 um umhvørvispolitikk, har politikarar breiddu seg út um allar tær broytingar, sum skuldu fara fram á hesum øki, men syrgiliga niðurstøðan er, at virðingin fyri náttúruni ikki er til staðar, tí einki hendir, sigur ein bersøgin Kári Thomsen.

Kyoto limaskapur nærkast
Umhvørvisstríðsmaðurin vísir víðari á, at mest effektivi hátturin at ganga Kyoto krøvunum á møti er júst gjøgnum vindorku.
- Um vit halda fram við tí stigi, sp/f Røkt hevur tikið, nærkast vit av álvara at lúka krøvini um Kyoto limaskap, og um ynski veruliga er at gerast limur, er vindorka framtíðin í Føroyum, vísir Kári á.
Hann skilir ikki, at mótvilji er móti vindorku, tí umframt reinari umhvørvið loysir hesin háttur seg eisini fíggjarliga.
- Kanningar hava víst, at vindur og vatn er tann besta kombinatiónin, t.d. við 60% av vindorku og 40% av dálkandi vatnorkuni, sum sambært Kára Thomsen ikki má byggjast út.
Samanumtikið er talan sambært fyrrverandi formanninum í Føroya Náttúruverndarfelagi um eitt stórt og gleðiligt framstig, sum vónandi verður útbygt í framtíðini.