Umhvørvisstovan hevur hin 5. mai í ár veitt P/F Vindfelagnum í Neshaga, sum er dótturfelag hjá elfelagnum SEV, umhvørvisgóðkenning til sjey vindmyllur í Porkerishaga.
- P/F Vindfelagið í Neshaga ætlar at seta upp sjey vindmyllur av slagnum Enercon E-44/900 kW í Heimara parti í Porkeri. Hvør mylla er 45 metrar høg, hevur eitt veingjabreiði á 44 metrar og ein framleiðslumátt upp á 0,9 MW. Tilsamans er mátturin 6,3 MW, og vindmyllurnar fara væntandi at framleiða umleið 20 GWh um árið tilsamans.
Á Umhvørvisstovuni, sum nú hevur veitt hesa umhvørvisgóðkenning, vísa tey á, at vindmyllurnar í Porkerishaga fara at standa í 200-300 metra hædd, umleið hálvan annan kilometur vestur frá landsvegnum um Porkerisháls.
- Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin, og sólin skínur gjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum.
Á Umhvørvisstovuni meta tey ikki, at ampi verður av óljóði ella skuggakasti við næst bygda øki, tí tað eru meira enn hálvur annar kilometur frá myllunum til næstu sethúsini í Porkeri og í Hovi.