Sambært mátingum hjá Landverki, sum vístar verða á heimasíðuni hjá landsverk, so er nógvur vindur í kvøld. Heilt upp í 32 m/s í hvirlunum.
Væntast kann, at vindur verður í morgin eisini, og Strandferðslan hevur avlýst sigling á nøkrum leiðum.
Landsverk sigur soleiðis um vind í kvøld:
Gjáarskarð - kl. 20:42 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s.
Høgareyn - kl. 20:55 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s.
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 20:55 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s.
Porkerishálsur - kl. 20:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s.
(Savnsmynd)