Vindur og vátt um vikuskiftið

Her eru veðurtíðindini frá Petur Skeel, veðurfrøðingi á Rás 2.

Her eru veðurtíðindini frá Petur Skeel, veðurfrøðingi á Rás 2.

 

Fríggjadagin:

Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, ælaveður, men onkur sólglotti. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, um kvøldið minni vindur av landsynningi. Sólglottar, men okkurt ælið. Hitin 9 til 12 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningni, sólglottar men kanska okkurt ælið, hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mánadagin og týsdagin

Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, sólglottar, men kanska okkurt ælið, hitin millum 10 og 14 stig.