Vindur um vikuskiftið

Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg innyvir Føroyar úr útsynningi og hava vind og regn við sær.

 

Veðrið um vikuskiftið:

 

Í dag, fríggjadagin, verður upp í eitt stívt andøvsgul av útsynningi, 5-10 m/s og skíggjað. Út á dagin snarar hann í ein sunnan og veksir vindir upp í ein strúk, 8-13 m/s og regn.
Hitin fer at liggja millum seks og tíggju stig. Í nátt verður framhaldandi strúkur í vindi, 8-13 m/s.

 

Leygardagin heldur vindurin fram og veksur upp í hvassan vind, 10-15 m/s. Seinni út á dagin og um kvøldið minkar vindurin niður í ein strúk, 8-13 m/s. Tað verður skíggjað og regn, men seinni klárar í. Hitin um dagin fer at liggja um átta stig og minkar niður í trý stig.

 

Sunnudagin eitt lot av landnyrðingi, 3-8 m/s, sum seinni út á dagin snarar í útnyrðing og vindurin veskur upp í 5-10 m/s. Tað verður turt við møguleika fyri sólglottum. Sunnunátt frískar hann vindin upp í 8-13 m/s, við møguleika fyri regn. Hitin alt samdøgrið ferð at liggja millum fimm og nýggju stig.