Vindur í Vági

Ódnarveður herjaði landið mánakvøldið og eins og í restini av landinum merktist hetta í Vági. Vindurin var nógvur og m.a. merktist tað í skúlagarðinum í Vági, har regntungu graslíkismátturnar fóru uppfrá og langa leið

Ódnarveðrið mánakvøldið merktist kring alt landið. Regn og vindur. Í Vági vóru áirnar um at fara um áarbakkarnar og nógvi vindurin tók ymiskt við sær, so sum takplátur og annað. Menn sóust úti í fer við at bjarga tekjum og leysagóðsi.
                      Í skúlagarðinum í Vági, á skúlalagnum, liggja tungar graslíkismáttur, sum komu at liggja har í fjør, eftir at vágbingar fingu nýggjan fótbóltsvøll á Eiðinum.
                      Mátturnar eru tungar og seymaðar saman tvær og tvær. Fleiri mans máttu til at bera tær, tá tær skuldu leggjast. Nógv regn hevur eisini verið seinnu dagarnar og ger tað mátturnar tyngri.                      Men stormurin mánakvøldið var harður og regntungu grasmátturnar í uttara enda av garðinum máttu víkja. Tær fóru við vindinum og upp um hegnið og hetta sigur eitt sindur um vindmegina, sum hevur verið upp á spæl mánakvøldið.