Vindurin er orsøk til tvær flytingar

Heimavøllurin hjá AB er í dag á Tórsvølli

Hóast tað nú er væl klárari í veðrinum, enn tað hevur verið fyrr í dag, so er tað framvegis so mikið frískur vindur, at teir bæði á Argjum og í Suðuroy hava gjørt av at flyta dystirnar í næstbestu deildini.

 

Klokkan 16 skuldi fyrsta bríksl vera í Vika á Argjum, har AB í síðsta heimadystinum í ár skuldi hava vitjan av B68.

Orsaka av nógva vindinum er tann dysturin fluttur heim til Havnar og í Gundadal, har heimavøllurin hjá AB verður á Tórsvølli. Fyrsta bríksl verður kanska ikki klokkan fýra, men nakrar minuttir yvir fýra.

 

Næstbesta liðið hjá Víkingi er í Suðuroy, har ætlanin var, at heimavøllurin hjá Suðringum skuldi vera á Vágseiði, har næstbesta liðið hevur spælt flestu dystirnar.

Nú er avgjørt, at dysturin verður spældur við Stórá í Trongisvági. Fyrsta bríksl verður klokkan 16.