Fyrsti stormurin í heyst førkaði seg yvir oyggjarnar síðstu nátt, og sum vant, so tók tað nøkur fólk á bóli.
Á løgreglustøðini hava tey havt nokk at gjørt í nátt við fráboðanum um skaðar kring landið, ið hava staðist av, at fólk ikki hava tryggjað ymiskar leysir lutir, nú veðrið bara verður verri.
Í Havnini fekk løgreglan fráboðan um tvær trampolinir, ið vóru farnar við vindinum og vóru til ampa, meðan ein av grønu saltkørunum hjá kommununi, var fokin við vindinum og inn í ein bil. Bilurin fekk nakrar buklur, umframt ein brotnan rut.
Eisini í Leirvík var nógvur vindur í nátt, og boð send eftir hjálp, tí tekjan á einum húsum var um at loysna. Tað eydnaðist tó at fáa tamarhald á støðuni og tryggja tekjuna.