Tað hevur verið nógvur vindur kring landið í morgun. Um 10-tíðina var vindurin orsøk til, at ein vørubilur varð tikin av vegnum Millum Fjarða. Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, doyði av løstinum, sum hann fekk. Maðurin hevur fingið so ógvusligan stoyt, at hann doyði.
- Tveir bilar koyrdu aftanfyri vørubilin, men teir sluppu snikkaleysir. Teir boðaðu okkum frá. Tað sær út til, at maðurin, sum doyði, ikki varð slongdur úr stýrihúsinum, verður upplýst av løgreglustøðini í Runavík.
Annars hevur løgreglan ikki fingið nakra fráboðan um stórvegis skaða av vindinum.