Sambært íslendska Theyr verður vindmeing niðri á einum 10 metrum um sekundi, tá fótbóltsdysturin millum Føroyar og Eysturríki verður blástur ígongd.
Talan hevur annars verið um storm í nátt, og vandi var fyri, at hetta fór at standa við til eina ferð í kvøld, og tað vildi helst hildið nógvum áskoðarunum burturi frá Tórsvølli í dag.
Tíbetur bendir alt nú á, at somikið galið verður tað ikki kortini. Og fær sólin hug at trína eitt sindur fram, kann talan væl gerast um so heilt hampuliga gott verður, meðan spælt verður.