Seinnapartin í dag bóru menn ótta fyri, at ein skúrur á kei-økinum í Kollafirði skuldi fara á flog Vindmegin var stór í Kollafirði í dag. Ættin var av ringasta slag, og ta einu løtuna tóktist vandi vera fyri, at ein skúrur, sum er settur á keiøkið, skuldi fara á flog.
Tekjan hevði rivið nakað, men sløkkiliðsmenn vóru skjótir á staðnum, so teir kundu tryggja, at eingin skaði stóðst av.