Vingegaard brotið óstbeinið og rivjabein

Súkklarin Jonas Vingegaard fekk fleiri beinbrot, eftir fall á súkkluni.

Foto: Miguel Riopa/Ritzau Scanpix

Danski súkklarin Jonas Vingegaard fall í dag á súkklu síni í kappingini Runt Baskalandið.

 

Hann hevur brotið óstbeinið og rivjabein, sambært samstarvsfeløgum hansara, ið skriva hetta á Twitter.

 

Vingegaard var ein av 12 súkklarum, ið fór av leið í einum svingi, og har lá hann stillur eini 15 minuttir, meðan læknakøn kannaðu hann, og síðani varð hann - í hálskraga, koyrdur á sjúkrahús í sjúkrabili.

 

Brotini koma illa við, nú bert 3 mánaðir eru eftir til Tour de France.

 

Vingegaard hevur vunnið hesa vælkendu kapping síðstu tvey árini. Um hann verður førur fyri at luttaka, so eru útlitini fyri optimalari upptakt sera lítil.

 

Sambært sundhed.dk kann ein luttaka í gerandisvirksemi, og luttaka í ítrótti, ið ikki er sonevndur kontakt-ítróttur, seks vikur eftir brot á óstbein. Og at lekja brotin rivjabein tekur á leið somu tíð. Hetta kann tó vera ymiskt, tí ymiskt er hvussu álvarslig brot eru.

 

Kappingarneytar hjá Vingegaard, Primoz Roglic og Remco Evenepoel, máttu eisini gevast, eftir at hava verið millum teir 12, sum fóru av leið í dag.

 

Evenepoel sigst eisini hava brotið óstbeinið og høgra herðablað.

 

 Avleiðingin av hendingini í dag er, at Mattias Skjelmose yvirtekur føraratroyggjuna í Runt Baskaland. Hann skal royna at gera Vingegaard bragdið eftir, tá hesin í fjør savnað vann kappingina, skrivar ritzau.

 

Foto: Miguel Riopa/Ritzau Scanpix