- Hvussu nýtir Heimamissiónin innsavnaðu gávurnar á bestan hátt?Hetta er eitt av evnunum, sum verður tikið fram, tá Heimamissións-fólk úr øllum landinum seta hvørjum øðrum stevnu enn einaferð í leguhúsinum í Nesvík døgunum 28. til 30. apríl.Sum ein part av skránni verður møguleiki hjá luttakarunum at skifta orð um ymiskar arbeiðsgreinir í hesi stóru rørsluni. Og í hesum kemur eisini spurningurin um ta fíggjarligu síðuna.Seinnapartin leygardag verður soleiðis høvið at hitta fíggjarleiðaran í Heimamissiónini, Jørmund Foldbo og Leo Hans Mikkelsen sum er limur í høvuðsstýrinum. Her verður evnið gevaratænastan, har eitt annað evnið er: Verði eg fátækur av at geva?!Heitið á Ársmøtinum hesaferð er: Møt menniskjum, har tey eru. Heitið er tikið beinleiðis úr visjónsorðingini hjá Heimamissiónini og fer at vera ein reyður tráður ígjøgnum gjøgnum alt vikuskiftið.
Orðaskifti í bólkum
Ársmøtið byrjar fríggjakvøldið við møti kl. 20.
Tá fer ungdómsráðgevin, Hans Kristian Justesen at tala út frá evninum: Jesus møtir teim sjálvrættvísu. Ungdómskórið av Glyvrum syngur, og eftir hetta verður vitniløta har Elinborg Joensen úr Havn hevur andakt og ein lovsongsbólkur úr Klaksvík leiðir sangin.
Leygardagin verður byrjað við sangløtu kl. 10, har ungfólk av Skála fara at skipa fyri.
Eftir hetta verða formansgreiðing við Bergi D. Joensen og síðani fíggjarfrágreiðing frá fíggjarleiðaranum Jørmundi Foldbo.
Eftir døgurða verður orðaskifti í bólkum. Hetta er nakað nýtt, sum ikki er roynt áður. Høvi verður her at skifta orð í fýra ymiskum bólkum, sum hava hvør sítt evni.
Høvið verður at skifta orð í fyrsta lagi við umboðum fyri Høvuðsstýrið. Somuleiðis verður orðaskifti um gevaratænastu, um barnaarbeiðið og um missión úti í heimi.
Seinni verður so felags hugnaløta, har m.a. kunnað verður um orðaskiftini, eins og samrøður verða gjørdar og heilsanir verða frambornar.
Um kvøldið verður so møti kl. 20. Tá fer leirvíkingurin Marius Jacobsen at tala út frá evninum: Jesus møtir teim falnu, og gospelkórið VOX fer at syngja.
Seinni um kvøldið verður hugnalig Café við livandi tónleiki.
Møta menniskjum
Sunnudagin verður byrjað við gudstænastu í Norðskála kirkju kl. 11.
Kl. 15 verður familjumøti við Ann Hansen. Við hetta møtið syngur Barnakórið av Toftum, eins og ein dramabólkur úr Miðvági fer at framføra drama.
Ársmøtið endar við møti kl. 18, tá Pól Johannesen úr Klaksvík fer at tala út frá evninum: Møt menniskjum, har tey eru. Á hesum møtinum syngur Betaniakórið úr Gøtu.
Umframt øll hesi tiltøkini er ein serstøk skrá til børnini. <I normal"$?$end$!$< EM>