Vinjard Johansen hevur tikið sæti í Løgtinginum fyri Jenis av Rana Meðan Jenis av Rana, løgtingsmaður, er í Íslandi á norðurlandaráðsfundi, hevur Vinjard Johansen tikið sæti á Tingi fyri hann.
Á seinasta løgtingsvali fekk Vinjard 72 atkvøður, og gjørdist 5. valdi á listanum hjá Miðflokkinum.