Vinmenn í eirindarleysum og friðarligum kríggi

Frásøgn frá vitjan í Klaksvík í gjár, har tey bæði feløgini hjá klaksvíkingum í bestu deildini í talvi høvdu vitjan av toftamonnum og sanda­vágs­monnum, sum eru stórfavorittar at vinna FM í liðkappingini

Tað er serligur hýrur at vitja í hølunum, har landskappingin í talvi er á skránni. Í gjár var gamli tekniski skúlin í Klaks­vík, har frítíðarskúlin nú heldur til, karmur um stóran part av triði síðsta um­far­inum í liðkappingini.
Klaksvík 1 hevði vitjan av Tofta Talvfelag, og Klaksvík 2 hevði vitjan av Sandavágs Talvfelag. Triði dysturin í hesum umfarinum skuldi havt verið millum Havnar Telv­ingar­felag og Vestmanna Talv­felag, men hann var út­settur til næsta sunnudag.

Reyðdæmdir kappingarneytar
Fyrstu leikirnir vórðu fluttir klokkan 14. Klokkan var farin av 17, tá ið undirritaði trein inn í hølini, har tað varð telvað á tólv borðum – Klaks­vík 3 og Sandavágur 2 í al­menna bólkinum hittust eis­ini.
Í skýmingini var tað eitt sindur av ferðslu uttanfyri, men innandura vóru eingir áskoðarar. The grand old man í Klaksvíkar Talvfelag, Petur Hans Poulsen, tænti teimum, sum kappaðust. Hann bryggj­aði kaffi í køkinum, har tað eisini bar til at fáa smá­køkur. Borðdekningurin var, sum hann plagar at vera í sovornum høpi. Plastikk­bakkin við smákøkunum stóð uppskræddur á borðinum, og telvararnir gingu so av og á stillisliga út í køkin at fylla upp í eingangskoppin og at leska seg við einari smá­køku.
Í kappingarhølunum stóð nógv á. Eyguni vóru fokuserað á talvfólið, og onkra løtuna reistust reyðdæmdu og eitt sindur troyttu telvararnir – teir høvdu sitið í meiri enn tríggjar tímar – fyri at kveita yvir á borðini hjá hinum at vita, hvussu tað visti við hjá liðfeløgunum. Teir eru fýra á hvørjum liði, og uppteljingin í landskappingini er soleiðis, at tað er avrikið hjá tí ein­staka og øllum liðnum, ið er av­gerandi.
Einki talv í bestu deildini var liðugt, tá ið klokkurnar vístu tríggjar tímar og tjúgu minuttir. Men so gekk tað skjótt fyri seg.
Serliga spennandi var at fylgja við í, hvussu tað skarst hjá toppliðnum úr Sandavági. Fyri tað mesta hevur liðið verið mannað við teimum somu fýra: Rógvi Egilstoft Nielsen á fyrsta borði, Høgni Egilstoft Nielsen á øðr­um borði, Carl Eli Nolsøe Samuelsen á triðja borði og Torkil Nielsen á fjórða borði.
Við øðrum orðum eru tað fyrrverandi FM vinnarin fyri ein­staklingar, ið eisini er kendur frá fótbóltinum og ser­liga sum málskjútti ímóti Eysturríki á sinni, sum saman við synunum báð­um, Rógva og Høgna, og havnar­manninum Carl Eli, manna liðið hjá sandavágsmonnum, sum eru favorittar at vinna FM heitið.
Onkra ferðina hevur verið neyðugt við eykamanni, tá ið Carl Eli og Rógva hava borist frá. Nú tað skal avgerast, eru sandavágsmenn í bestu uppstilling, og tað hvílir friður og harmoni yvir liðnum, sum hevur stuðlar við sær, ið dystast á næst­besta liðnum. Eitt nú Gutti Petersen, sum hevur verið við, síðani tað í 1970 var farið und­ir lið­kappingina.

Meiri enn roknað varð við
Sandavágsmenn vóru undan ferðini til Klaksvíkar oddalið, og tí vóru teir upplagdir favo­rittar ímóti næstbesta lið­num hjá vertunum. Sandavágur vann 4-0, og tað var triva­ligari sigur, enn
teir høvdu torað at rokna við:
– Klaksvíkingar vóru væl mann­aðir í dag, so vit høvdu sett nøsina upp eftir kanska at vinna 3-1. Tí kemur tað so sera væl við, at vit vunnu fulla úrtøku eftir spennandi talv, sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Hann veit, hvat tað snýr seg um. Áður hevur hann vunnið FM í liðkappingini fyri bæði Havnar Telvingarfelag og Vestmanna Talvfelag, har hann og John Rødgaard vóru kærkomnir stuðlar fyri nøkr­um árum síðani. Og so hava hann og Torkil og Rógvi og Høgni tvær ferðir áður í felag vunnið FM – í 2011 og 2013.
Tá ið klokkan er um av hálvgum seks taka teir báðir á fjórða borði – Torkil Nielsen og Esbern Christiansen – í hondina á hvørjum øðrum. Tá hevur Torkil tryggjað sanda­vágs­monnum fyrsta stigið. 75 ára gamli Gutti Petersen, sum situr í búnum talvi ímóti veteraninum hjá klaks­víkingum, Vagn Heldar­skarð, skeitir yvir á borðið hjá Torkili og smílist fram fyri seg.
Lítla løtu seinni er liðugt á triðja borði. Carl Eli Nolsøe Samuelsen hevur kroyst Tummas Martin Sólsker upp í ein krók – skák mát – og so er 2-0. Teir báðir, Torkil og Carl Eli, fregnast, hvussu tað stendur til hjá teimum báð­um yngstu á liðnum, sum manna tvey tey fremstu borð­ini.
Lílil løta gongur, so er tað greitt, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur vunnið á Rana Baldurs­son. So er fokus á fyrsta borði, har tað í góða løtu sá út til, at tað skuldi eydn­ast Terja Petersen at varð­veita hálva stigið, men Rógvi vann, og harvið var tað klokkan 17.45 greitt, at sanda­vágs­menn høvdu vunnið stórsigur.
Carl Eli býr í Havn. Makin er úr Sandavági, og tí heldur hann tað vera so upplagt, at hann umboðar Sandavág.
– Felagsskapurin er góður. Vit hittast hvørt hóskvøld í felags hølunum, sum eru í hús­unum, har bankin fyrr helt til. Kommunan eigur nú húsini, sum í dagtímunum verða brúkt til frítíðarskúla. Annars verður nógv vant á netinum, sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Torkil Nielsen er sjálv­andi væl nøgdur við ferð­ina ígjøgnum báðar undir­sjóvar­tunlarnar, um brúnna við Streymin og ígjøgnum tríggj­ar aðrar tunlar – Leyna, millum Fjarða og Leirvíkar – og at tað nú vera fýra stig í við­førinum vestur aftur.
Hvussu hevur telvingin tað í Sandavági?
– Tað er á góðari leið. Vit eru eini fimtan, sum hitt­ast í felagshølunum, og í bygd­ini er áhugin stórur. Tað eru telvarar í øllum aldri, sum hittast og dystast. Vit hava lið í øllum deildunum, og vit eiga ungar telvarar, sum nú fara av landinum at royna seg í norðurlendsku kapp­ing­ini.

Sjógvurin spælir inn
Toftamenn fluttu síðsta kapp­ingarár upp aftur í bestu deildina. Undan kapp­ingar­byrjan vóru teir kanska favo­rittar at flyta niður aftur. Tað er framvegis møguleiki fyri, at tað skal enda við tí, men nú tað resta tvey umfør er tað gamla talvborgin Vest­manna, ið eigur soltnastu úr­tøkuna og harvið er tættast niðurflytingini.
– Hjá okkum spælir tað nógv inn, at fleiri av bestu telv­arunum eru sjómenn. Tað styrkir nógv um lið­ið, tá ið Jens Christian Hansen er heima, og eisini Wenzel Olsen og Andreas Andreassen eru sjómenn, sigur Andrias Danielsen, sum mann­aði fyrsta borðið hjá tofta­monn­um. Hann tapti ímóti Ólavi Simonsen, sum í gjár rættiliga var í villa talv­lagnum, ið eyðkennir telving­ina hjá honum.
Saman við Andriasi í Klaksvík var veteranurin Helgi Joensen, sum tapti ímóti Steintór Rasmussen, Brandur Højgaard, sum megn­aði remis ímóti Willa Olsen, og so Rúni Jacobsen. Tað sá út til, at hann fór at vinna, men so endaði tað remis ímóti Finnbirni Vang, sum seinnu árini hevur verið ein av eldsálunum í Talv­sam­bandi Føroya.
Á Toftum er áhugin fyri talvi stórur, men talvið er í kapp­ing við so nógv annað, og tí gongur tað eitt sindur striltið at seta við. Tofta Talv­felag hevur felagshøli saman við kvinnufelagnum. Talan er um hølini, har samkoman Nebo helt til, inntil hon fyri fimm árum síðani flutti í nýggjan bygning.

Áhuganum bilar einki
So hvørt sum talvini verða av­gjørd, so verður stillað upp­aftur. Eftir at telvararnir hava sitið í millum tríggjar og fýra tímar yvir av hvørjum øðr­um í eirindarleysum stríði og kríggjast, seta teir friðar­ligir og vinsælir fólkið upp­aftur.
Har tað hevur snúð seg um at vinna bestu positiónirnar og at taka lívið av hvørjum øðrum, og har tað hevur staðið á og andlitini hava verið sperd og hendurnar vátar, verður tað nú við virðing kannað og tosað um, hví tað nú tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi.
Møguleikar verða vendir og snaraðir. Hóast teir hava verið í eirindarleysum stríði ímóti hvørjum øðrum, so eru teir talvfelagar og vinir, og teir brenna fyri søkini.
Teir fyrstu, sum eru lidnir, flyta seg út í køkin, har teir seta fólkið uppaftur. Harvið sleppa teir undan at órógva teir, sum framvegis sita við borðini. Saman við teimum er Petur Hans Poulsen, sum í meiri enn eitt mannaminni hevur verið størsta eldsálin í telvingini í Klaksvík.
Hvussu hevur telvingin tað í Klaksvík?
– Vit skulu ikki lata illa at. Fleiri ferðir um vikuna er tað ljós í Skákinum, og vit hava tvey lið í bestu deild­ini. Hugaligt er eisini at stað­festa, at tað eru teir, sum eru sinnaðir at leggja tíð og orku í at venja og leiðbeina tey ungu, sigur Petur Hans Poulsen.
Steintór Rasmussen er samdur við honum, men hann heldur, at talvlívið ikki sæst upp á sama máta, sum tað gjørdi, tá ið hann var yngri, og teir vóru nógvir, sum flokkaðust í felagnum:
– Hetta vil tó ikki siga, at tað ikki verður telvað og granskað. Sum í so mongum øðrum her í lívinum, so er hetta meiri individuelt nú, enn tað var. Teldan er bæði hjálpartól og mótstøðumaður í telvingini, sigur Steintór Rasmussen.
Yngsti luttakarin í Klaks­vík í gjár var Janus Skaale, sum á páskum í fjør vann FM fyri unglingar. Í gjár vann 12 ára gamli Janus í almenna bólkinum á Jóanes Ortind:
– Mær dámar væl at telva. Umframt at luttaka í Skák­inum, so lesi eg og telvi eisini á telduni. Nú skulu vit til Dan­markar at taka lut í NM kappingini fyri yngri telvarar. Tað er sera spennandi, heldur Janus Skaale, sum er ein av teimum, ið klaksvíkingar rokna nógv við.

Havnin lúrir
Sunnudagin fara tey fýra liðini, sum i gjár hittust í Klaksvík, at halda frí. Tá fara Vestmanna og Havnin at dystast. Úrslitið fer at hava týdning fyri, um tað verð­ur Toftir, Klaksvík 2 ellaVest­manna, sum fer at flyta niður.
Tað kann eisini fara at vísa seg, at úrslitið fer at hava týdning fyri, hvør fer at vinna FM. Onkra ferðina hava havnarmenn í sonnum enda­spurti vunnið FM, hóast teir hava verið mest sum av­skrivaðir. Í løtuni er fjar­støðan frá Sandavágs Talv­felag og aftur til Havnar Telvingar­felag átta stig. Tað er mest sum ov mikið, men hóast tað sær gott út, so kanna teir í Sandavági sær á ongan hátt bitan, áðrenn hann er svølgdur.

Í 9. umfari er skráin:
Vest­manna - Klaksvík 2 Havnin - Klaksvík 1
Toftir - Sandavágur

Í 10. umfari er skráin: Klaksvík2 - Toftir
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Vestmanna