Sosialurin fer í samstarvi við Smyril Line hvønn dag í 14 dagar at skipa fyri eini spurnarkapping í blaðnum. Hvønn dag verður ein nýggjur spurningur settur í blaðið. Lesarin hevur høvi til at svara spurningunum og senda svarini til Sosialin. Øll røtt svør eru við í lutakastinum um eina dreyma skíðferð fyri tvey vaksin og tvey børn til norsku fjøllini. Tess fleiri spurningar, ið eru rættir, tess størri er møguleikin at vinna ferðina.
Vinningurin er ein ferð til Voss í Noregi fyri tvey vaksin og tvey børn. Ferðin er við Norrønu í fýrakoyggjukamari. Allar máltíðir umborð eru íroknaðar vinningin.
Í Voss verður gist á Fleischers Apartment í íbúðum fyri fýra persónar í níggju nætur. Her eru máltíðirnar ikki íroknaðar. Samlaða virðið á vinninginum er 11.995 kr.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Voss
Skíðstaðið Voss liggur bert tveir tímar frá Bergen, so tað er skjótt og lætt hjá vinnandi familjuni at koma hagar.
Voss er eitt hugnaligt skíðstað fyri vaksin og børn. Skíðaktivitetirnir eru mangir, bæði fyri stór og smá, og nevnast kann, at á staðnum eru skíðbreytir, serliga ætlað børnum. Umframt hetta eru góðar liftir, hugnaligar matstovur og tilboð til børnini. Ikki er neyðugt at verða bangin fyri manglandi kava, tí í Voss er vissur kavi frá miðjum desember til miðjan mars mánaða.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Noreg sum vetrarferðaland
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Smyril Line hevur í summar roynt at fáa fólk úr Føroyum til onnur lond. Teir hava t.d nýtt lýsingina Pakka bilin og far við familjuni til Noregs.Hetta fara teir nú í vetur at flyta yvir á vetrarsiglingina til Noregs. Hendrik Egholm, sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line sigur, at vetrarprísirnir eru gjørdir, og at skíðstøðini eru funnin. Prísirnir eru teir somu sum seinasta vetur.
- Hetta eru stórt sæð hotellprísir, tað vil siga, at prísirnir nærum bert eru fyri sjálv hotellini og bert heilt lítið fyri flutningin við Norrønu.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skíðstøðini
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Umframt Voss, fer Smyril Line eisini at skipa fyri ferðum til Hemsedal. Meðan Voss er skíðstaðið fyri familjuna, so er Hemsedal skíðstaði í norsku alpunum, sum meira leggur dent á teir royndu skíðrennararnar. Hemsedal liggur 5 tímar frá Bergen og er ein av bestu skíðdeplum í Evropa. Umframt ta vøkru náttúruna, kavan og sólina, so eru sera hugnaligar matstovur á staðnum. Av tí at ferðin er so lang til Hemsedal, so er gisting í Bergen við í ferðatilboðnum, bæði á út- og heimferðini. Her verður gist á Incity Apartments í Bergen.
Prísirnir til Noregs fyri fýra fólk í bili eru úr 3.178 kr. fyri hvønn.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fólk mugu royna hetta
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Smyril Line ætlar at fáa føroyingar at royna skíðfríðirnar í norsku alpunim, meira enn teir higartil hava gjørt. Hendrik Eghom sigur, at tað er týdningarmikið at fáa fólk at royna hetta tilboðið og síggja støðini. Hava fólk fyrst einaferð roynt skíðfrítíðina, so er møguleikin stórur fyri, at tey royna tað aftur. Somuleiðis er tað av týdningi at fáa tey, sum ivast, at royna hetta, kanska serliga Voss, tí hetta staðið er gott bæði fyri barnafamilur og óroyndu skíðrennararnar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tilboð til ungdómin
Føroyski ungdómurin er raskur at ferðast, tó kanska serliga um summarið til tær heitu strendurnar í Suðurevropa. Seinastu árini er eisini vorðið vanligari og vanligari, at føroyski skúlaungdómar fara námsferðir til onnur lond bæði í Evropa og uttan fyri Evropa. Í Føroyum hoyra vit tó ikki so ofta um skúlaungdóm, sum fer skíðfrítíðir ella skíðnámsferðir, hóast hetta hevur verið ógvuliga vanligt í okkara grannalondum.
Føroyingar hava tó seinastu árini í størri mun enn fyrr tikið skíðfrítíðir til sín, og tí hevur Smyril Line í sínum tilboðum valt eisini at leggja dent á at fáa fólk at ferðast um veturin til ávís skíðstøð.
Svein í Heiðunum, booking manager hjá Smyril Line, sigur, at Smyril Line nú hevur sent út serlig skíðtilboð til framhalds- og miðnámsskúlar.
- Bólkadeildin hjá Smyril Line hevur í eina tíð arbeitt við einum bólkatilboðið, har vit ætla at bjóða framhalds- og miðnámsskúlum serlig skíðtilboð. Hetta tilboð verður sent út til skúlarnar fyrst í næstu viku. Hetta tilboð snýr seg um at fáa skúlaungdómin eisini at venda sær til skíðfrítíðina.