Bólkaspælið varð spælt liðugt fyri jól, og nú eru 16 tey sterkastu liðini eftir í kappingini, og tey hittast í cup-dystum tað, sum eftir er av kappingini.
Lutakast hevur verið til 1/8 finalurnar, og størsti dysturin verður uttan iva uppgerðin millum sponsku og ensku risarnar Real Madrid og Manchester United – tvey av mest sigursvandu feløgunum í Europa, sum manna síni lið við nøkrum av heimsins bestu spælarum.
Real Madrid hevur spælarar sum Ronaldo, Øtzil, Bezema og Modric. Manchester United hevur spælarar sum Rooney, van Persie, Carrick og Valencia.
Vikublaðið og Rás2 skipa nú fyri kapping, har vinningurin er ein ferð fyri tvey fólk til brakið millum Real Madrid og Manchester United í Madrid 13. februar. Í vinninginum er flogferð aftur og fram, gistingar í Keypmannahavn og Madrid og atgongumerki til dystin.
Aðrastaðni í blaðnum ber til at lesa meira um kappingina, og hvussu tað ber til at luttaka í henni.