Summartíð á Rás2 bjóðar mikumorgunin til kapping um ferðaseðlar til Countrytúrin við Norrønu. Tú kanst hoyra føroysku countrystjørnuna Hallur Joensen spæla live í sendingini Sendingin Summartíð á Rás2 bjóðar spennandi kapping mikumorguin. Tú kanst vinna tveir ferðaseðlar til Countrytúrin við Norrønu tann 23. juni.
Temaið á Countrytúrinum í ár er Johnny Cash, og høvuðsnavnið er Hallur Joensen. Umborð verður eisini fyrilestur um legenduna Johnny Cash. Noel?s Bluegrass Band, Johnny Cash Jam, felagssangur og skemt við Hans Hjalta Skaale og Regin Jakobsen. Biografurin fer at vísa filmin »Walk the Line« og live koncertina við Johnny Cash í Las Vegas.
Fyri at verða við í kappingini um ferðaseðlarnar, skalt tú senda eini sms-boð til Summartíð (559999) og siga tína hugsan um countrytónleik.
Í sambandi við kappingina vitjar nýggja føroyska countrystjørnan, Hallur Joensen, á Rás2. Hallur fer at spæla live í sendingini, og tosað verður eisini við hann um, hvussu hann sum ungur sníkti seg at lurta eftir countrytónleiki. Eisini verður tosað við Birgir Kruse um countrytónleik.
Summartíð er at hoyra á Rás2 mikumorgunin millum 9 og 12. Vertir eru Eydna Skaale og Eyðun Klakstein.