Mikumorgunin er møguleiki at vinna eina ferð til Reykjavíkar, har Bjørk og Sigurrós spæla stóra uttandurakonsert. Kappingin verður í sendingini Summartíð á Rás2 28. juni spæla Bjørk og Sigurrós stóra konsert undir opnum himni í Reykjavík. Konsertin er ókeypis, og endamálið við henni er at seta sjóneykuna á náttúruna.
Atlantsflog fer at flúgva føroyingar til konsertina í Reykjavík, og mikumorgunin kanst tú vinna eina ferð til Reykjavíkar í sambandi við konsertina. Kappingin verður í nýggju sendingini Summartíð á Rás2.
Fyri at taka lut í kappingini, skalt tú senda eina grundgeving fyri, hví tú skalt hava ferðina. 5 tær bestu, stuttligastu ella mest uppfinnsomu grundgevingarnar verða við í lutakastinum um ferðina frá Atlantsflogi. Send tína grundgeving í sms-boðum til 559999 og lurta annars eftir sendingini Summartíð á Rás2 mikumorgunin millum 9 og 12.