Vinn troyggjuna hjá Brandi

Rás2: Í Fótbóltspanelinum í dag ber til at vinna eina FCK troyggju frá Brandi Hendriksson Olsen

Í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag, ber til at vinna eina FCk troyggju frá føroyska landsliðsmiðvallaranum, Brandi Hendriksson Olsen. Skálvíkingurin verður sjálvur gestur í Fótbóltspanelinum.

 

Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn friggjadag millum klokkan 16 og 17

 

Landsliðsmiðvallarin kemur millum annað at greiða frá yrkisleiðini, hvat tað krevur at blíva ein yrkisfótbóltsspælari, og hvat liggur í kortunum fyri framtíðina.

 

Fyri at vera við í lutakastinum um troyggjuna hjá Brandi, so skalt tú gita hvat nummar Brandur hevur á troyggjuni í FCK. SMS'a rætta svarið til 559999, og tú ert við í lutakastinum

 

Fótbóltspanelið á Rás2 fer fram til jólar, at fáa útisetar á vitjan. Fyrsti gesturin er Brandur Hendriksson Olsen, sum verður í sendingini í dag. Í komandi viku verður tað Gilli Sørensen, sum kemur á vitjan. Eisini hann hevur eina jólagávu við.