Hondbóltur
Teir høvdu knívin á barkanum. Strandingarnir. Eitt tap sunnudagin vildi næstan við vissu borið við sær, at StÍF var úti úr FM-stríðnum - nærum áðrenn tað veruliga byrjaði.
Við trimum stigum upp til VÍF á øðrum plássinum kundi fjarstøðan upp til oddin í øllum førum gerast óhugnaliga stór, og tí var talan um ein av dystunum, har spælararnir veruliga skuldu upp á tærnar. Júst slíkir dystir, sum strandingar so oftani hava prógva, at teir trívast so sera væl í.
Fyrstu løtuna var tó ikki so nógv, sum bendi á, at StÍF veruliga var á tærnum. Meira at kalla bakkaðu teir eftir hæli, tá VÍF einar tríggjar ferðir revsaði við kvikum kontra-álopum. Júst eitt av vápnunum, sum StÍF hevur nýtt rættiliga nógv seinasta lítla tíggjuáraskeiðið.
Hóast Ingi Olsen ikki var partur av liðnum, nú hann var í Vági við besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, so tóktist hetta ikki at darva stórvegis. Annars merkisvert, at politikkurin hjá vestmenningum kring spælarar, sum eisini eru venjarar, skal vera so ymiskur. Sunnudagin sat Daniel Rápa á áskoðarabeinkinum, meðan menninir spældu, fyri síðani at hava leiklutin sum venjari, tá kvinnuliðið spældi.
Komu á lagið
Strandingar komu tó hampuliga skjótt á lagið. Eftir fyrstu nervakendu løtuna, byrjaði meira flog at koma yvir spælið. Justinussen beiggjarnir vóru ein støðug skothóttan móti vestmannamálinum, og sleppa teir upp, so er at kalla líkamikið, hvør av teimum trimum málverjunum hjá VÍF stendur fyri. Hesa ferð byrjaði liðið við Eli Müller í málinum, eftir at hann var tann seinasti málverjin at sleppa í aktión í Vestmanna fyri viku síðani, men tað var tó ikki tað heilt stóra, sum hann fekk gjørt við skotsterka heimaliðið.
Skal nakar mangul veruliga setast á StÍF, soleiðis sum liðið spældi hesa løtuna, so má tað vera, at vongspælararnir ikki vóru nóg kølnir í sínum avslutningum. Skjótálop vórðu í nøkrum førum skotin metrar uppum, og tað kundi bent á vantandi konsentratión í avgerandi brot-sekundunum.
Royndu Áka sum trumf
Tað vísti seg tó ikki at bila. Sum hálvleikurin leið, gjørdist takið á vestmenningum alt fastari. Seinastu løtuna undan steðginum leyp heimaliðið frá 13-13 upp á 19-15. Ikki minst munaði tað væl - bæði millum áskoðararnar og á talvuni - tá liðið í undirtalsstøðu megnaði at skora tvær ferðir, uttan at vestmenningar fingu nakað afturfyri.
Nakað mátti gerast hjá vestmenningum. Og Dia átti eisini ein trumf á beinkinum, og frá byrjan av seinna hálvleiki var Áki Olsen mest sum fastur partur av álopsspælinum hjá VÍF.
Eingin ivi man vera um, at Áki er ein hin mest gávaði spælarin, sum føroyskur hondbóltur hevur fostrað seinnu árini. Men samstundis er tað ein sannroynd, at maðurin ikki hevur vant tað stóra meginpartin av einum ári. Skotstyrkina og bóltførleikan hevur hann kanska framvegis, men ferðin í spælinum er avmarkað. Var tað nakað, sum VÍF hevði tørv á hesa løtuna, so var tað høg leikferð, sum kundi spæla framfýsnu mótstøðuverjuna tunna, men hon kom í alt ov lítlan mun til sjóndar. Ikki endiliga tí Áki kom inn, tí har hendi nú heldur ikki tað stóra undan skiftinum. Men snøgt sagt, tí liðið sum heild í alt ov lítlan mun megnaði at lyfta ferðina. Nakrar góðar yvirgongdir og flytingar frá Haraldi Bjørgvin, eins og Regin Joensen kom væl við við nøkrum góðum høggum. Nógv meira enn tað sama gjørdist talan ikki um, og tað vísti seg ikki at verða nóg mikið.
Málverjin Marian
Og so átti StÍF eisini Marian Cirloganescu í málinum. Eina løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru onkur tekin um, at VÍF kanska hevði møguleikan kortini. Heimamenninir tóktust hava ilt við at halda momentinum í spælinum, og tað gav nøkur hol í verjuna. Hetta nýttu gestirnir eisini til at sleppa sær í nakrar góðar skotstøður, men tað munaði ikki nóg nógv. Fyrst og fremst, tí Marian fann satt stórspæl fram í kanska mest avgerandi løtuni.
Sigurin ber sjálvandi við sær, at stríðið um seinna finalusessin nú aftur er víðopið. Kyndil, VÍF og StÍF hava bara eitt stig millum sín, og tí verður hvørt einasta fet í landskappingini vigað væl og virðiliga hjá øllum pørtum.
Áðrenn tosað verður um landskapping aftur, er talan tó um steypafinalu. Eina steypafinalu, har tað enn einaferð eru StÍF og VÍF, sum skulu á vøllin. Av vana kundi onkur kanska freistast at sett strandingarnar sum stórfavorittar. Og tað er kanska heldur ikki heilt av leið.
Í øllum førum má staðfestingin verða, at strandingar sjálvir trúgva upp á møguleikan. Í forhøllini sæst uppslag um, at ársveitslan hjá felagnum verður 11. februar. Aðra staðni verða slíkar veitslur gjarna lagdar eftir landskappingina. Men tá siðvenjan nú er, sum hon er. So er tað kanska upplagt, at tann hjá StÍF er eftir steypakappingina.
Fakta um dystin
StÍF-VÍF 34-29 (19-15)
Málskjúttar
StÍF: Leivur Justinussen 6(4), Artur Johansen 6, Sveinur Justinussen 5, Bárður Danielsen 4, Alexandur Johansen 4, Mortan Hansen 2, Borgar Danielsen 2
VÍF: Harald Bjørgvin 8, John Zachariassen 6, Sámal Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Regin Joensen 3, Rói Lamhauge 1
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Sýndu alla tíðina góðan myndugleika, uttan at hetta tó varð yvirdrivið.