Vinnan í Eysturoy er krútsterk

63 prosent av bruttovinninginum í føroyska útflutninginum liggur í Eysturoynni

Vinnufyritøkurnar í Eysturoynni standa fyri heili 63 prosentum av bruttovinninginum í føroyska útflutninginum.

Tað vísir ein kanning, sum grannskoðarafyritøkan NUMO hevur gjørt fyri Vinnulívsráðið í Klaksvík. Kanningin var fíggjað av vinnulívsfyritøkum í Klaksvík. Sosialurin endurgevur um vikuskiftið tøl úr hesi kanning.

Sambært kanningini eru 164 útflutningsfyritøkur í Eysturoynni, og í 2014 stóðu tær fyri 2,3 milliardum krónum av bruttovinninginum í útflutninginum.

Eftir Eysturoy koma Norðoyggjar, sum hava 91 útflutningsfyritøkur, og sum í 2014 stóðu fyri 14 prosentum av bruttovinninginum í útflutninginum.