Maður kemur í mans stað, verður sagt, og kanska er tað eisini galdandi fyri bløðini.
Fregnir góvust við sínari útgávu fyrr í ár, og nú bjóðar eitt nýtt blað seg fram at fylla tómrúmið. Blaðið er eitt vinnublað fyrst og fremst, og tað hoyrist aftur í navninum á blaðnum ? »Vinnuvitan«.
Blaðið skal koma út aðruhvørja viku at byrja við, og tað fer at kosta 20 krónur í leysasølu. Blaðið var fyrstu ferð prentað í 3000 eintøkum, og ætlanin er, at blaðið við tíðini skal koma út hvørja viku.
Óli á Deild Olsen, sum er stjóri fyri kt-fyritøkuna Kervi, er blaðstjóri á nýggja blaðnum, og hann er eisini ein stigtakari til útgávuna.
? Hetta hugskotið er trý ára gamalt, og nú er tað veruleiki. Vit hava hildið, at føroyskt vinnulív hevur manglað eitt forum. Eg veit, at aðrir miðlar gera eitt sindur við vinnutilfar, men nú fær vinnan eitt blað burturav, sigur Óli á Deild Olsen.
Roynd blaðfólk
Eingi blaðfólk verða í føstum starvi á »Vinnuvitan«, men fleiri freelance-journalistar skulu skriva til blaðið. Hetta verður mett sum besta loysnin fyri blaðið.
Millum teir eru fleiri royndir journalistar, og eisini journalistar, sum áður skrivaðu fyri Fregnir. Sveinur Tróndarsson, Høgni Mohr, Hilmar Jan Hansen, Malan Johansen og Niels Juel Arge eru millum fólkini, sum skulu fylla teigarnar í nýggja vinnublaðnum. Samanlagt verða eini 10 fólk knýtt at blaðnum.
Tað verður ReproZ, sum skal seta blaðið út og leggja uppsetingina til rættis, og blaðið verður sum hini føroysku bløðini prentað á Prentmiðstøðini í Havn.
Bakgrund heldur enn tíðindi
»Vinnuvitan« ætlar sær at leggja dent á bakgrundstilfar heldur enn tíðindatilfar. Tað ræður um at fara meira í dýpdina við vinnutilfarinum, heldur enn bara at bera skjót og stutt tíðindi.
? Vit hava ongar ætlanir, at vera fyrst við tí síðsta, men vit fara heldur eitt sindur í dýbdina við okkara tilfarið. Bakgrund hevur týdningarmikil fyri okkara blað, sigur Óli á Deild Olsen.
Hann heldur, at nýggja blaðið verður eitt alternativ til verandi bløðini í Føroyum. Tey ætla sær ikki at kappast um vanliga tíðindatilfarið, men heldur um at leggja nakað afturat.
? Øll londini rundan um okkum hava eitt vinnublað burturav, og tað hava føroyingar eisini brúk fyri. Vit fara at fáa ein virðisbrævamarknað í Føroyum, og tá verður eisini neyðugt við størri gjøgnumskygni, so fólk vita meira um fyritøkurnar.
Kveikja og kanna
»Vinnuvitan« ætlar at sær at kveikja og kanna, sum tað verður tikið til á blaðnum.
Vit hesum hugsar blaðið sær, at tað fer at máta hitan í ymsum vinnun, greiða frá ráki, og eisini tora at leggja upp til, at nýggj átøk verða gjørd.
? Føroyingar hava eitt ov einstáttað vinnulív, og vit hava brúk fyri fleiri beinum at standa á. Tað tykist, sum vit bara góðtaka, at tá ið fiskaprísirnir eru góðir, so hava vit tað gott, og tá ið fiskaprísirnir eru lágir, so hava vit tað minni gott. Soleiðis nýtist tað ikki at vera, men vit mugu fáa nýggjar vinnur fyri at mótviga teimum stóru sveiggjunum í fiskivinnuni, heldur Óli á Deild Olsen.
»Vinnutíðindi« vónar tí, at blaðið ? umframt at greiða frá verandi vinnum ? eisini kann skunda undir nýggjar vinnur.
? Fiskivinnnan fyllir nógv í føroyskari vinnu, og sjálvandi fer blaðið eisini at viðgera fiskivinnuna, men vit ætla eisini at viðgera aðrar vinnur í blaðnum.
Fyrsta »Vinnuvitan« fæst nú til keyps kring landið og verður aftur á gøtuni síðst í aðru viku.