Fiskivinnan er til reiðar at góðtaka skerd veiðirættindi, men tað skal gerast við skili, sigur Jóhan Páll Joensen, útgerðarmaður Á ólavsøku fer Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, at leggja fram uppskot um fiskidagar og aðrar reguleringar fyri næsta fiskiár. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá umfatandi skerjingum, og í áisan mun er vinnan sinnað at taka undir við honum.
-Tað er greitt, at tað má skerjast nú, og eg haldi, at vinnan hevur forstáilsi fyri tí, sigur útgerðarmaðurinm Jóhan Páll Joensen í Klaksvík við Sosialin. Hann sigur tó, at tað ber ikki til at skerja fiskidagarnar 50 prosent, sum talan hevur verið um. Hinvegin heldur hann, at onnur tiltøk eiga at verða umhugsað.
-Tað hevði verið skilagott at friða smáfiskaleiðirnar hjá toski, hýsu og upsa, og ein skipan við upphøggingarstuðuli fyri at fáa nøkur loyvi úr skipanini kundi eisini verið ein vegur, sigur Jóhan Páll Joensen við Sosialin.