Vinnan hitti ungdómin

Í gjár skipaði Vágs kommuna og Vágs skúli fyri áhugaverdum vinnutiltaki í Vágs skúla.

 

Endamálið við tiltakinum var at kunna næmingar og foreldur um útbúgvingar- og starvsmøguleikar í Vági, og í Suðuroynni sum heild. Tiltakið var ætlað næmingum í 9. og 10. flokki, og foreldrum teirra.

 

Tiltakið byrjaði við eini framløgu í auluni í Vágs skúla, og síðani var høvi hjá næmingum og foreldrum at fara inn í fimleikarhøllina, har lokalar fyritøkur og stovnar vóru klár til eitt prát.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Myndir: M.P.West