Vinnan og útheimurin

KRONIKK

Bogi Eliasen
cand.scient.pol
???
Altjóðagerð og dunnuhylur eru orð, sum ofta rúka framvið tá framtíðar føroysk vinna verður umrødd. Vit føroyingar sleppa ikki undan altjóðgerðini kring okkum, tað veldst meira um hvussu nógv vit vilja hava burturúr. Flestu vinnufólk vísa á, at vit ikki hava nóg góðar handilssáttmálar og eitt ávíst kjak er um, um rættast hevði verið at farið upp í ES, ella at best er at standa uttanfyri.
Føroyskur uttanríkispolitikkur
Fyri at arbeiða úteftir er neyðugt at hava uttanríkispolitik. Fyri vinnulívið er altjóða handilspolitikkurin mest umráðandi. Okkara ríkisrættarliga støða ger, at vit ikki kunnu gera sum vit vilja á hesum øki. Uttanríkispolitikkur er ríkismál og umsitin av donsku stjórnini. Tó hava vit havt eitt ávíst frælsi, serliga á málsøkjum sum vit hava yvirtikið, og sum Danmark hevur latið ES. Fiskivinnan er her besta dømið. Men ikki ber til at siga, at Uttanríkispolitikkur hevur verið raðfestur av føroysku politisku skipanini.
Altjóða samstarv
Altjóða samstarv gerst alt meira umfatandi, og tí ber illa til longur at skilja millum altjóða- og innlendis politik. Flestu málsøkir í dag hava ein altjóða part. Og tí at nógv av vitanarbýtinum og veruligu avgerðunum fara fram í altjóða felagsskapum, er neyðugt at verða við í hesum spæli, um vit ynskja at flyta okkum fram eftir í altjóðagerðini. Serliga smáu londini hava fyrimun av ser-kunnleikanum í altjóða felagsskapum.
Broytingar í okkara viðurskiftum
Vit hava sæð nakrar broytingar nú í vár. Fyrst kom sonevnda Fámjin skjalið, sum gav føroyingum betri møguleikar at arbeiða altjóða við føroyskum viðurskiftum umvegis donsku skipanina. Fyri vinnulívið var kanska serliga spennandi, avtalan um at senda føroyingar út á sendistovurnar hjá ríkinum. Eisini lovaði Danmark her at stuðla Føroyum í at fáa at limaskap í altjóða felagsskapum á málsøkjum, vit hava yvirtikið. Her hevði WTO t.d. verið upplagt.
Yvirtøkulógin gav okkum status sum fólk og sjálvsavgerðarrætt, og hetta kanska styrkir um møguleikarnar at handla meira sjálvstøðugt altjóða, og soleiðis víðkar tað um møguleikarnar, tí tað sigur greitt hvat vit eru. Men tað krevur sjálvandi, at okkara sjálvsavgerðarrættur verða altjóða kunngjørdur.
Altjóða Menningarstova í føroyska Uttanríkisráðið
Vit bíða tó enn eftir hvørjar møguleikar uttanríkispolit-iska heimildirlógin fer at geva okkum. Men tað er vist, nú Danmark helst fer enn longri inn í ES sam-starvið, mugu vit handla meira sjálvið, fyri at røkka okkara ynskjum og betra okkara møguleikar. Mín meting er, at hetta krevur eitt Uttanríkisráð, sum skal verða við til at seta Føroyar á heimskortið, eisini handilspolitiskt. Tí skal tað ikki bara verða politiska diplomatiin, sum eitt føroyskt uttanríkisráð skal arbeiða við. Føroyar eru lítlar og mugu vit tí altíð optimerað okkara tilfeingi. Tí hevði tað kanska verið eitt gott hugskot, at skapt eitt sterkt handilspolitiskt Uttanríkisráð. Til dømis núverðandi Menningarstovan kundi verði partur av, ella í hvussu so er tann parturin av Menningarstovuni, sum arbeiðir við at menna Føroyar altjóða. Hetta fyri at samansjóða okkara altjóða atlit fyri at fáa sum mest burturúr.
Vit mugu brúka møguleikarnar!
Politisku semjurnar, gjørdar eru í vár við Danmark, flyta einki í sjálvum sær, men velja vit at leggja okkum eftir at brúka teir møguleikar, sum har eru, so kunnu vit arbeiða væl betri altjóða. Prísurin er, at Føroyar raðfesta Uttanríkispolitikk og fáa breiðar semjur, soleiðis at arbeitt verður miðvíst og málrætt-að. Mín meting er, at hetta krevur eitt føroyskt Uttanríkisráð, sum skal slóða fyri og fáa Føroyar, sum Tróndur Djurhuus segði, frá reyv-ini av 4. deild og upp mill-um heimsins fremstu lond í 2015, sum hetta landsstýrið hevur sett út í kortið. Hetta krevur meira enn at hava eina Uttanríkisdeild undir einum øðrum málsøki. Hetta krevur ein politiskan stjóra, landsstýrismann, sum fer út og skaffar Føroyum betri avtalur og sømdir, og sum letur upp nýggjar møguleikar við at luttaka á fundum í altjóða felagsskapum og sendinevndum, og skapar føroyskt uppmerksemi á messum kring heimin.
Vit standa við øðrum beininum í árabátinum og hinum í gentøknini, men skulu vit veruliga við og fáa nakað burturúr, so skulu vit raðfesta og satsa altjóða, og tað skal gerast nú. Mín meting er, at kravið er eitt sterkt føroyskt uttanríkisráð, har Menningarstovan, ella í hvussu so er altjóða parturin av henni, skal verða altjóða handilsparturin. Navigare necesese est, føroyska uttanríkispolitikkinum tørvar ein skipara, so vit kunnu stýra millum altjóða brotasjógvarnar. Men skal vinnan fáa nakað burturúr, krevur tað eisini at hon leggur seg eftir at fara út um landoddarnar. Uttanríkisráðið eina, gevur ikki eitt betri føroyskt vinnulív.