Føroyskt vinnulív er meira bjartskygt nú, enn tað hevur verið. Tað vísir nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum.
Samlaða konjunkturvísitalið er hækkað úr 16 til 32. Størsta broytingin sammett við síðstu kanning er, at talið er hækkað fyri allar bólkar í vinnulívinum. Allir vinnubólkar hava merkt framgongd í sølu og eftirspurningi síðstu tólv mánaðirnar og vænta eisini meira sølu og bíleggingar frameftir.
Konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum varð gjørd í juni í ár. Konjunkturbarometrið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, gongdina farnu tólv mánaðirnar og útlitini komandi tólv mánaðirnar.
Vísitalið fyri húsarhaldini er óbroytt
Vísitalið fyri føroysk húsarhald er hinvegin óbroytt á vísitalinum 3 í nýggjastu konjunkturkanningini. Sum heild geva húsarhaldini meinlík svar sammett við í síðstu konjunkturkanning. Tey flestu svara, at tey vænta mestsum óbroytta fíggjarstøðu og búskapargongd næsta árið, og at tey spara nakað upp í løtuni. Hetta merkir altso at føroysk húsarhald ikki hava fingið betri álit á búskapin, teirra egna ella landsbúskapin, og gongdina í landinum, enn tey høvdu fyri einum ári síðani, og at tey ikki vænta, at støðan batnar komandi árið.
Her eru nøkur av úrslitunum í nýggju konjunkturkanningini:
Byggivinnan hevur merkt framgongd síðsta árið, og vinnan væntar at seta fleiri fólk í starv næsta árið.
Handilsvinnan hevur merkt øktan eftirspurning og sølu og vænta eisini fleiri bíleggingar
Tænastuvinnan hevur merkt framgongd og vaksandi eftirspurning og vænta sum heild vaksandi eftirspurning.
Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar merkja fleiri bíleggingar og vænta eisini fleiri bíleggingar frameftir. Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar vænta eisini hækkandi søluprísir frameftir.
Húsarhald vænta sum heild, at fíggjarstøða og gongdin í búskapinum vera at kalla óbroytt næsta árið.
Úrslitini í konjunkturkanningini eru at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.