Vinnarar av Shell Helix Grand Prix 2003

Síðan Formel 1 kappkoyringin 2003 byrjaði tann 9. mars, hevur Føroya Shell boðið øllum starvsfólkunum á føroysku bilafyritøkunum at vera við til Shell Helix Grand Prix 2003 kappingina. Vinnararnir blivu funnir mikudagin 15. Oktober.

Í sambandi við Formel 1 kappkoyringina í ár hevur Føroya Shell skipað fyri stóru kappingini Shell Helix Grand Prix 2003 í Føroyum. Kappingin var fyri øll starvsfólk á føroysku bilasølunum og bilverkstøðunum kring landið.
Líknandi kapping hevur eisini verið á donskum bilverkstøðum.
Kappingin var ókeypis, og starvsfólkini skuldu bert ringja til eitt ávíst telefonnummar og svara trimum ymiskum spurningum. Fyrsti og annar spurningur vóru altíð teir somu. Fyrsti spurningur var: Hvat nummar bleiv Michael Schumacher í dag?, og annar spurningur: Hvat Formel 1 -team er fremst í kappinini í løtuni?. Triði spurningur hevði nakað við olju at gera. Hesir spurningar vóru ongantíð teir somu, sum t.d.: Hví er tað altíð eitt gott hugskot at kanna oljuna á motorinum? ella: Hvør koyring slítur mest uppá motorin?.
Umframt fleiri smáar vinningar sum vóru drignir eftir hvørt einstakt Grand Prix, so vórðu høvuðsvinningarnir drignir mikudagin 15. oktober. Høvuðsvinningurin var ein ferð til Formel 1 í San Marino í Italia, sum er "heimabanin" hjá Ferrari, so har verður eisini vitjað á Ferrari verksmiðjuni í Maranello. Annar vinningur var tvey pláss á einum "koyritekniskum skeiði" har teir báðir vinnararnir millum annað sleppa at koyra í einum Ferrari "rasara". Triði vinningur var fimm Ferrari/Shell jakkar.
Kappingin snúði seg um at fylgja Formel 1 kappingini í 2003 og innan 24 tímar aftaná hvørt Grand Prix at svara teimum trimum spurningunum pr. telefon. Har fekk tann sum ringdi beinanvegin at vita, um hann hevði vunnið ein minni vinning. Somuleiðis vórðu stig spard upp til teir størru vinningarnar, sum blivu drignir 15. oktober.
Tveir teir fyrstu spurningarnir góvu 100 stig hvør, og tann triði spurningurin sum hevði nakað við olju at gera, og var lærandi gav 200 stig, t.vs. fult stigatal fyri hvørt Grand Prix var 400 stig. Kappingin fevndi um 11 Grand Prix, og sostatt var tað mesta tú kundi fáa 4400 stig.
Tey sum vóru við í lutakastinum um høvuðsvinningin vóru bert tey, sum høvdu fult stigatal. Tey sum sluppu við í lutakastið um 2. vinningin, vóru tey við 4200 - 4400 stigum. Tey sum vóru við í lutakastinum um 3. vinningin, vóru tey við 4000 - 4400 stigum.
Vinnarin av ferðini til San Marino var
H.J. Kollsker, Bilverkstaðið v. H.J. Kollsker, á Hjalla

Vinnararnir til koyritekniskt skeið vóru
Tummas Vilhelm, P/F Meinhardt Arge, Tórshavn
Ásmund Joensen, P/F Johs. Berg, Tórshavn

Vinnararnir av Ferrari/Shell jakkum vóru:
Poul Johan Dahl, P/F Wenzel, Tórshavn
Mogens Petersen, SP/F Mogens Petersen, Trongisvágur
Tom Villy Magnussen, SP/F Oyri, Vágur
Jákup Midjord, SP/F Mogens Petersen, Trongisvágur
Magnus Kristensen, SP/F Mogens Petersen, Trongisvágur

Leggjast kann afturat, at Formel 1 í 2003 var eitt gott ár fyri Ferrari og Shell, har Michael Schumacher bleiv heimsmeistari og Ferrari samstundis vann heimsmeistaraheitið fyri lið samanlagt. Til Formel 1 kappingar hevur Shell latið brennievni til Ferrari í mong ár, samstarvið byrjaði í 1950. Áliga hevur Ferrari brúk fyri, at Shell letur 300 oljuveitingar á 24 koyribreytum í 15 ymiskum londum.