Jallur
Dreingirnir í Knørrafelagnum vunnu á Norðoyastevnu í tættari kapping við Teistan av Argjum¸ og á Eystanstevnu var tað í uppaftur tættari kapping við Drekan, at Jallurin vann, meðan Teistin var nummar trý.
Leygardagin vóru tað aftur teir tríggir bátarnir í høvuðsstaðnum, sum stríddust um sigurin, men hesa ferð blandaði Havfrúgvin úr Vestmanna seg uppí. Fyri fyrstu ferð í ár megnaði Havfrúgvin at vinna seg á heiðursmerkjapláss.
Jallurin var fyrstur á mál fyri triðju ferð. Drekin var rættuliga væl við, og Drekin var eina løtu á odda. Men í endaspurtinum munaði tað best og mest hjá Jallinum, sum við sigrinum av álvara hevur sett kós ímóti FM heitinum.
Í fjør vann Jallurin FM fyri fyrstu ferð. Tá var tað bara í tveimum teimum síðstu róðrunum – á Fjarðastevnu og á Ólavsøku – at Jallurin var fyrstur á mál. Nú hevur hann vunnið tríggjar ferðir í ár og harvið fimm róðrar á rað.
Lómur
Ongantíð áður hevur báturin hjá Argja Róðrarfelag vunnið FM, og tað var ikki fyrrenn á Norðoyastevnu í ár, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist Lómi at vinna ein róður.
Nú kann ikki annað sigast, enn at tað rættuliga er gloppið hjá Lómi. Leygardagin vann hann triðja sigurin á rað, og hesa ferð var sigurin meiri sannførandi, enn hann var tað á Skálafjørðinum. Ta ferðina var Lómur stívliga tvey sekund frammanfyri Riddaran, sum eisini var næstfremstur á Norðoyastevnu.
Leygardagin vann Skúgvur kappingina um næstfremsta plássið á Riddaranum. Riddarin er úr Miðvági, og Skúgvur er úr Sandavági. Manningin á Skúgvi er úr Argja Róðrarfelag, og tískil var talan mest sum um innanhýsis Argja kapping um fremsta plássið, og í tí kappingini var Lómur enn eina ferð so rudduliga bestur.
Miðvingur
Eftir róðurin á Eystanstevnu varð róð fram undir, at tað kanska kundi fara at vísa seg, at Argjabáturin næstu ferðirnar skuldi hótta Miðving. Tað varð gjørt, tí fjarstøðan á Eystanstevnu millum teir báðar fremstu tódnaði sammett við á Norðoyastevnu.
Í Klaksvík var Miðvingur seks sekund frammanfyri Argjabátin. Á Skálafjørðinum var fjarstøðan fýra sekund, og so var spurningurin, hvussu tað fór at tørna út leygardagin
Miðvingar svaraðu spurninginum sera rudduliga. Miðvingur legði seg á odda mest sum beinanvegin, og tá ið bátarnir fóru um málið, var fjarstøðan frá Argjabátinum og fram til Miðving sjey sekund ella meiri, enn hon var á Norðoyastevnu.
Hesa ferð var Gullbrandur úr Fuglafirði nærri Argjabátinum, enn hann hevur verið í tveimum teimum fyrstu kappingunum. Á Sundalagsstevnu var bara eitt sekund frá silvurplássinum og aftur til bronsuplássið. Á Eystanstevnu var munurin tvey sekund, og á Norðoyastevnu var hann trý sekund.