Vinnarin síðstu seks árini er nú koppaður

Tað var stórur spennningur á veðrasýningini í Hvalba leygardagin, tí hesuferð høvdu menn gjørt seg út at taka kappingina upp við mannin, sum nú hevur vunnið í seks ár á rað

 

Seyðahald


Veðrarnir í Hvalba eru betri í ár enn teir vóru í fjør.

Tað kundi nokk so skjótt staðfestast á veðrasýningini, sum var í Hvalba leygardagin.

Hvalbingar hava nú í nøkur ár skipað fyri veðrasýning um heystið og hesuferð høvdu menn bjóðað 43 veðrar fram.

Tað er áleið talið sum plagdi vera. hóast tað bert er ein lítil brotpartur av teimum veðrum, sum eru í sóknini, tí tilsamans munnu einir 600 veðrar verða í Hvalva og í Sandvík, sum eru báðar bygdirnar í Hvalbiar Sókn.

Eliesar Poulsen, sum er ein av stigtakarunum til veðrasýningina, sigur, at yvirhøvur heldur hann, at veðrarnir í ár eru betri enn teir vóru í fjør.

Í fjør var tað ongin veturgamal veðrur, sum fekk 1. virðisløn, men í ár vóru teir seks.

Tað er ilt at siga, hvussu hetta ber til.

?Árini eru altíð ójøvn, men yvirhøvur má sigast, at síðani vit fóru undir veðrasýningarnar, er seyðurin sum heild blivin væl betri enn hann hevur verið, sigur hann.

Hann sigur, at tað er týðiligt, at menn eru farnir at gera sær størri ómak, tá ið teir gera brundar fyri at fáa so góðan seyð sum gjørligt.

Og tá ið hugsað verður um góðan seyð, verður ikki tosað um tyngd.

Tá ið veðrarnir á sýningini verða dømdir, verður heldur hugt eftir, hvussu teir síggja út, hvussu beinini eru, ullin, o.,s.fr. Sostatt snýr tað seg um at hava tann vakrasta veðrin, heldur enn tann tyngsta.

Kortini verður eitt serligt steyp eisini latið fyri tann tyngsta veturgamla veðrin.

Tá ið steypini vórðu handað, segði tann eini dómarin, Petur Karl av Rana á Tvøroyri, at síðani ta fyrstu sýningina, er støðið alsamt hækkað og hann vónaði ikki, at veðrarnir, sum fingu virðisløn leygardagin, vórðu dripnir, fyrrenn teir -sum hann tók til- ?høvdu gjørt sína skyldu? sum brundar.

Hinir dómararnir vóru Frits Poulsen úr Sumba og Óli í Hjøllum úr Porkeri.


Koppaður

Størsti spenningurin á sýningini var, hvør ið mundi hava tann tyngsta veturgamla veðrin.

Hetta er sjeynda ferðin, at kappast eisini verður um tann tyngsta veðrin.

Øll hini árini er tað sami maður, Hermund Hentze, ið hevur vunnið við steypið, og hann hevur sostatt vunnið tað seks ár upp í slag.

Men í ár ljóðaði, at menn rættiliga høvdu gjørt seg út uppá at taka kappingina upp við Hermund Hentze og at tað vóru nakrir, sum høvdu gjørt serliga væl við onkran úrvalsveðr fyri at koppa hann av trúnuni.

Og tað eydnaðist, men tað var eisini akkurát.

Tá í allir veðrar vóru vigaðir, gjørdust greitt, at tann tyngsta veturgamla veðrin átti Kristin Jacobsen, hann vigaði 102 kilo.

Hetta er eitt lamb, hann fekk úr Funningi í fjør.

Men Hermund Hentze var beint í hølunum á honum, tí hann hevði ein veðr, sum vigaði 99 kilo, so tað vóru snøgg trý kilo á muni.

Hinvegin var veðrurin hjá Hermundi betri bygdur enn tann hjá Kristini, so teir, sum hava skil fyri seyði, halda, verða teir flettir, skal tað ikki vera langt frá, at tann hjá Hermundi fer at viga meiri.

Tann tyngsti veðrurin hjá Kristini var 93 sentimetrar høgur, 106 sentimetrar um bringina og mjóryggurin var 21 sentimetrar.

Tann næsttyngsti hjá Hermundi var 90 sentimetrar høgur, 111 sentimetrar um bringuna og mjóryggurin var 22 sentimetrar.


Gamlir kenningar

Annars vóru tað fyri ein stóran part gamlir kenningar frá undanfarnu veðrasýningum, sum fingu steypini fyri teir vakrastu veðrarnar.

Veðrarnir vórðu býttir sundur í tveir bólkar, teir veturgomlu fyri seg og teir eldru fyri seg.

Vakrasta veðrin av teimum, sum vóru tvey ár og eldri, átti Vilmund Michelsen. Hetta var ein trý ára gamal veðrur, sum vigaði 104 kilo, hann var 88 sentimetrar høgur, 113 um bringina og mjóryggurin var 23 sentimetrar.

Sami Vilmund Michelsen átti eisini tann næstvakrasta veðrin í hesum bólkinum. Hesin veðrurin var eisini trý ára gamal, hann vigaði 93 kilo, hann var 86 sentimetrar høgur, 119 um bringuna og mjóryggurin var 23 sentimetrar. Triðvakrasta átti Eliesar Poulsen. Hansara veðrur er fýra ára gamal, hann vigaði 99 kilo, hann var 87 høgur, 113 um bringuna og 24 um mjóryggin.

Í bólkinum fyri teir veturgomlu veðrarnar, átti Eliesar Poulsen tann vakrasta, hann vigaði 85 kilo, var 84 høgur, 107 um bringuna og 23 um mjóryggin.

Næstvakrasta átti Pole Skaalum, hansara veðrur vigaði 81 kilo, hann var 84 sentimetrar høgur, 104 um bringuna og mjóryggurin var 21 sentimetrar.

Triðvakrasti, veturgamli veðrurin, var tann áðurnevndi tyngsti veðrurin hjá Kristini Jacobsen.



Fleiri seyðasýningar í Suðuroy

Í næstu framtíð verða fleiri seyðasýinginar ymsastaðni í suðuroynni. Her er talan um brundlomb.

Teir, sum skipað fyri seyðasýningunum siga, at ætlanin er at hava allar sýningarnar í somu viku.

Tann eini av stigtakarunum, Eliesar Poulsen, sigur, at Ætlanin er at leggja til brots fríggjakvøldið 19. oktober.

Tað einasta, sum er greitt, er, at sýningarnar í Hvalba og í Porkeri verða leygardagar, tí har eru so nógv lomb. Sýningin í Hvalba verður sostatt leygardagin 20. oktober og tann í Porkeri leygardagin eftir, tann 27. oktober.

Annars er ætlanin at hava sýningarnar fyri lomb á Tvøroyri og í Øravík, í Hovi, í Sumba, í Vági hinar dagarnar í vikuni.

Sýningarnar enda við eini oyggjarsýning, sum verður í Hvalba leygardagin 10. november. Á teirri sýningini verða øll lombini, sum hava verið tey bestu á teimum ymsu sýningunum kring oynna.

Á hesari sýningini er ætlanin at hava sýnsmenn norðaneftir.

Á hesum sýningunum eru tað tey vakrastu lombini, sum fáa virðisløn, ikki tey størstu. Eliesar Poulsen sigur, at seyðasýningarnar hava havt stóran týdning fyri seyðahald, tí nú gera menn sær nógv størri ómak, tá ið teir velja brundar fyri at fáa so gott slag sum gjørligt, eitt nú verður hugt eftir ullini, beinunum, hornunum og eftir, hvussu lambið ber seg yvirhøvur.