Fótbóltur
Við at leggja dystin klokkan 18, munnu tey í HB tó hava lagt sær HM-skránna í geyma. Í øllum førum man tað á pappírinum vera lættari at kappast við Tunis og Saudi Arabia um áskoðarar, heldur enn við Týskland og Póland.
Leikbann órógva
Hjá spælarunum á liðunum báðum er tó lítil ivi um, at tað er í Gundadali, at tankarnir skulu savnast. Sum stigatalvan sær út, nú 12 umfør eru spæld, er HB á odda, meðan GÍ á triða plássinum er bara eitt stig aftanfyri. Tí stendur longu greitt, at vinnarin av dystinum í kvøld sleppur at rópa seg oddalilð, og tað er ein heiður, sum báðir partar heldur enn gjarna vilja hava.
Hjá HB verður talan eftir øllum at døma um onkrar taktiskar broytingar á liðnum. Enn eru Jákup á Borg og Bárður Johannesen úti við skaða, og hartil er Vagnur M. Mortensen leikbannaður, eftir at hann fekk reytt kort seinasta sunnudag. Hartil kann roknast við, at miðvøllurin enn einaferð verður umskipaður, og serliga upplagt er, at Kári Nielsen aftur verður sentralur á defensiva partinum, eins og Rókur av Fløtum Jespersen ivaleyst vil sleppa at prógva sítt virði fyri liðið.
Hjá GÍ er púra vist, at Hanus Jacobsen ikki er tøkur. Hann fekk reytt kort í dystinum móti ÍF og er tí leikbannaður. Í aðrar mátar tykjast allir mans vera tøkir hjá GÍ.
Hagtølini
Ofta verður hugt eftir, hvussu liðini vanliga standa seg, tá metast skal um dystir, og í so máta er eingin ivi um, at HB eru favorittar í kvøld.
Seinastu fimtan árini er tað bara einaferð komið fyri, at GÍ hevur tikið stigini í Gundadali. Í 2001 vann GÍ 3-2, og í aðrar mátar hava gøtumenn fimm ferðir fingið javnleik hetta tíðarskeiðið. Restina av dystunum hevur HB vunnið, og tað vil alt annað líka geva teimum eina eyka sálarliga yvirvág. Men hvat hendan so er verd í sjálvum dystinum, ber illa til at staðfesta, fyrr enn um hálvgum átta tíðina í kvøld.