Vinningsbýtið órættvíst

Vit eiga at minnast, hvat stríð okkara undangongumenn høvdu at vinna okkum okkara núverandi rættindi. Vit mugu standa saman móti borgarliga rákinum, segði Vígdis Johannesen millum annað í røðu sínari

ALTJÓÐA ARBEIÐARADAGUR

Vígdis Johannesen byrjaði við einum søguligum afturliti. Reytt er liturin hjá verkafeløgunum, og nógvir politiskir flokkar hava eisini nýtt litin sum sítt eyðkenni, men teir flestu eru nú farnir í søguna, staðfesti Vígdis Johannesen.

Betri setanartreytir
Býtið av ágóðanum er órættvíst í okkara samfelag. Verkamaðurin hevur rætt til 80% frá sjúkratryggingini og hevur einans 20 daga uppsagnartíð. Hendan uppsagnartíðin er tó ikki galdandi, um trot er á rávøru. Verkamaðurin eigur at fáa eins góðar starvstreytir og setanarviðurskifti sum øll onnur.

Betri eftirløn
Eftirlønin er ikki nóg høg. Keypiorkan hjá teimum eftirløntu er alt ov vánalig, og summi hava ikki nóg mikið til at liva eitt sámiligt lív.
Tað kann ikki vera rætt, at politikkarir og stjórar skulu fáa fleirfalt so nógva løn, sum verkafólkið fær.
Vígdis Johannesen vísti á, at hóast samgonguflokkarnir royna at spjaða fakfeløgini við millum annað at ognartaka ALS, so er tað sera umráðandi, at verkafólkið stendur saman. Politikkarnir mugu seta langfreistaðið mál til frama fyri alt Føroya fólk - eisini verkamannin.