– Øll tey, ið skulu endurnýggja vinnubrøv ella onnur prógv, sum til dømis skiparar, maskinmeistarar og kokkar, kunnu nú søkja um at leingja prógvini. Vit leingja tey til eftir summarfrítíðina, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum.
Nú tiltøk eru sett í verk fyri at avmarka smittuvandan av korona, er alt skeiðvirksemi niðurlagt, og tí ber ikki at endurnýggja skeiðini fyrrenn koronakreppan er hæsað av.
Sjóvinnustýrið hevur tí, saman við manningarfeløgunum, gjørt av at leingja freistirnar á vinnubrøvum, førleikaprógvum og heilsuprógvum, so tey galda, til koronatiltøkini eru tikin av aftur. Hetta kunnu manningarnar gera við at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið.
– Sjómenn, sum hava trygdarskeið frammanundan, kunnu søkja um at fáa freistina longda, og vit leingja hana eisini til eftir summarfrítíðina, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Men um tað er onkur, ið ætlar út at sigla, og sum ikki hevur trygdarskeið frammanundan, ber ikki til at fara avstað.
– Tað er harmiligt fyri tey, sum skulu út fyri fyrstu ferð, men vit kunnu sjálvandi bara leingja freistirnar hjá teimum, sum hava tikið skeiðini frarmmanundan. Ikki hjá teimum, sum einki skeið hava frammanundan, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum.